
Leygardagin 22. februar 2025 varð farið undir endaspælið í føroyameitarakappingini fyri lið.
Í A-bólkinum dystast fýra tey fremstu liðini frá grundspælinum um føroyameistaraheitið, meðan seks lið dystast um bólkavinnaraheitið í B-bólkinum.
Í endaspælinum hittast liðini í A-bólkinum tvær ferðir í innanhýsis dystum á 32 spøl, meðan endaspælið í B-bólkinum verður avgreitt á tann hátt, at liðini hittast tvær ferðir í innanhýsis dystum á 16 spøl.
Í A-bólkinum eydnaðist liðnum hjá Byggitilfar at vinna báðar dystirnar hetta í hesum umfarinum, meðan liðið hjá Jassunum eisini fekk eina góða byrjan í B-bólkinum og tók oddasessin.
Úrslitini frá dystunum í A-bólkinum, sum leiktir vórðu hetta vikuskiftið, vóru hesi:
A-bólkur umfar 1:
Símun Lassaberg - Jóannes Mouritsen, 6,22 – 13,78
Byggitilfar – Rútar 7, 19,50 – 0,50
A-bólkur umfar 2:
Jóannes Mouritsen – Rútar 7, 10,86 – 9,14
Símun Lassaberg - Byggitilfar, 2,59 – 17,41
Støðan eftir at tveimum av teimum seks umførunum í A-bólkinum eru leikt er hendan:
Byggitilfar, 47,36 stig
Jóannes Mouritsen, 33,91 stig
Rútar 7, 14,83 stig
Símun Lassaberg, 13,90 stig
Úrslitini frá dystunum í B-bólkinum, sum leiktir vórðu hetta vikuskiftið, vóru hesi:
B-bólkur umfar 1:
Ace Beo – Suðuroyar Bridgefelag, 14,18 – 5,82
Henriette Svenstrup – Jet Jam, 2,83 – 17,17
Jassarnir – Hallur Ellingsgaard, 14,80 – 5,20
B-bólkur umfar 2:
Suðuroyar Bridgefelag – Hallur Ellingsgaard, 5,40 – 14,60
JetJam – Jassarnir, 4,26 – 15,74
Ace Beo – Henriette Svenstrup, 13,97 – 6,03
B-bólkur umfar 3:
Henriette Svenstrup – Suðuroyar Bridgefelag, 13,97 – 6,03
Jassarnir – Ace Beo, 9,09 – 10,91
Hallur Ellingsgaard – Jet Jam, 5,40 – 14,60
Støðan eftir at trimum av teimum tíggju umførunum í B-bólkinum eru leikt er hendan:
Jassarnir, 54,57stig
Ace Beo, 49,11 stig
Jet Jam, 46,84 stig
Hallur Ellingsgaard, 38,71 stig
Henriette Svenstrup, 34,65 stig
Suðuroyar Bridgefelag, 31,90 stig
Komandi umførini í endaspælinum í FM kappingini fyri lið verða leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 29. mars 2025. Tá verða leikt tvey umfør í A-bólkinum og trý umfør í B-bólkinum. Byrjað verður kl. 12. Dystarskráin og úrslit eru at finna á heimasíðuni www.bridge.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald