
Burn Fitness og Róðrarsamband Føroya fegnast um at hava gjørt eina trý-ára samstarvsavtalu, har grand prix-kappingarnar í inniróðri komandi árini fara at bera heitið “Burn róðurin”.
- Hetta er eitt samstarv, ið hóskar serliga væl, tí Burn Fitness er umboð fyri Consept II rógvimaskinur, ið verða brúktar í flestu altjóða kappingum í inniróðri. Við samstarvinum verður tryggjað, at føroyskir innirógvarar altíð hava útgerð í bestu góðsku, og at ítróttargreinin kann mennast enn meira, sigur Jákup Súni Berg, stjóri í Burn Fitness.
- Sum ítróttargrein hevur inniróðurin tikið seg sera nógv fram her í Føroyum og víða um heim. Føroyskir rógvarar hava í nógv ár kappast á altjóða støði og hava bæði vunnið EM- og HM-heiðursmerki hesi árini. Vit hava høgar væntarnir og mál fyri inniróðurin, og varð nýggjur landsliðsvenjari settur í starv fyri stuttum. Við avtaluni við Burn Fitness fer útgerðin hjá okkara innrógvarum altíð at verða í topp til kappingar, sigur Petur Hansen, formaður í Róðrarsambandi Føroya, RSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald