Fótbóltur

Bylgju Cup aftur á breddanum

Stóra innandura kappingin í Klaksvík millum jól og nýggjár hevur seinastu tvey árini ikki verið vegna koronustøðuna. Hesuferð verður spælt í tólv aldrusbólkum hósdagin 29. desember.

Siðvenja hevur verið í nógv ár at havt innandurakapping í Klaksvík millum jóla og nýggjár, og hósdagin 29. desember skipar ungdómsdeildin hjá KÍ fyri stórari innandura fótbóltskapping, Bylgju Cup, í KÍ-høllini. 

2022-12-13 22:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Siðvenja hevur verið í nógv ár at havt innandurakapping í Klaksvík millum jóla og nýggjár, og hósdagin 29. desember skipar ungdómsdeildin hjá KÍ fyri stórari innandura fótbóltskapping, Bylgju Cup, í KÍ-høllini. 

Kappingarnar í Bylgju Cup 2022 koma at hava somu aldursbólkar og nøvn sum FSF hevur til komandi kappingarár. Afturat hesum verður kapping hjá vaksnum, sum vit kenna hana frá undanfarnu árum.

Kappingin umfatar:

U7 gentur 5-6 ár (f. 2016-17)

U9 gentur 7-8 ár (f. 2014-15)

U11 gentur 9-10 ár (f. 2012-13)

U13 gentur 11-12 ár (f. 2010-11)

U16 gentur 13-15 ár (f. 2007-09)

U7 dreingir 5-6 ár (f. 2016-17)

U9 dreingir 7-8 ár (f. 2014-15)

U11 dreingir 9-10 ár (f. 2012-13)

U13 dreingir 11-12 ár (f. 2010-11)

U15 dreingir 13-14 ár (f. 2008-09)

U21 dreingir 15-20 ár (f. 2002-07)

Vaksin (Hægst tveir leikarar úr Betrideildini/1.deild 2022 ella samsvarandi støði uttanlands á vøllinum samstundis)

Hvørt liðið telur fimm leikarar og hægst ein skiftisleikara, tó spæla U21 og Vaksin við fýra leikarum og hava hægst ein skiftisleikara. Nr. 1, 2 og 3 fáa heiðursmerkir.
Liðini skulu hava egin nøvn ella nevnast eftir fótbóltsfeløgum.

Tilmelding er á telefin ella SMS til tlf. 217014 ella teldupost [email protected] (Eyðstein) ella á tlf. 215757 ella teldupost [email protected] (Allan). Tilmeldingin verður váttað, tá hon er komin, so tilmeldingarpersónurin fær váttan fyri, at liðið er tilmeldað. Boð um nær liðið spælir kemur dagin fyri kappingina.

Síðsta freist at melda til allar kappingarnar er 3. jólakvøld, 27. desember klokkan 19.00. 

Bylgju Cup

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder