Fótbóltur

Byrja stutt eftir døgurða

Tríggir dystir verða leiktir í Betrideildini í dag, og tríggir greiðir favorittar eru. Dystirnir verða leiktir tíðliga seinnapartin.

Skála vitjar HB á Tórsvølli. Fyrsta bríksl verður klokkan 12.30 (Mynd: Sverri Egholm)

Skála vitjar HB á Tórsvølli. Fyrsta bríksl verður klokkan 12.30 (Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-04 10:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Beint eftir klokkan 17 fer eitt flogfar við A-landsliðnum til Danmarkar, har spennandi uppgáva er á skránni mikudagin Tá hittast Føroyar og Danmark í vinardysti í Herning.

Áðrenn skulu nakrir av landsliðsleikarunum, umframt fleri U-21 leikarar sum eisini skulu spæla landsliðsfótbólt heilt skjótt, í eldin í Betrideildini. Tríggir dystir verða leiktir, og teir byrja tíðliga, í mun til hvat vit síggja. Hetta er tí, at A-landsliðsleikararnir skulu av landinum so mikið tíðliga.

Fyrsti dysturin er toppur ímóti botni. HB tekur ímóti Skála, og áðrenn dystin skilja 52 stig liðini. Hóast Skála hevur víst tenn í seinastuni - millum annað hóskvøldið móti B36 - kann tað væntast, at liðið hjá Jens Berthel tekur enn eitt fet ímóti FM í dag.

Seinast NSÍ var á Argjum, megnaði liðið í seinastu løtu at tryggja sær tey trý stigini við málið til 3-2. Tað áhugaverda í dag verður at síggja NSÍ uttan Glenn Ståhl, ið varð sagdur úr starvi sum venjari í vikuni.

B36 skal til Streymnesar at royna at fáa fatur á trimum stigum í stríðnum um evropeiskt pláss.

Vit dagføra frá øllum dystunum. 


23. umfar
04.10

HB - Skála (12:30)
AB - NSÍ (13:00)
EB/Streymur - B36 (13:15)

Í gjár - 03.10

TB - ÍF 1-1 (0-0
62’ Uros Stojanov 0-1
68’ Mark Kongstedt 1-1

Støðan í Betri deildini

1. HB (55 stig) 21 dystir
2. KÍ (48 stig) 20 dystir
3. NSÍ (47 stig) 21 dystir
4. Víkingur (44 stig) 22 dystir
5. B36 (43 stig) 20 dystir
6. ÍF (23 stig) 22 dystir
7. EB/Streymur (20 stig) 22 dystir
8. TB (15 stig) 23 dystir
9. AB (7 stig) 21 dystir
10. Skála (3 stig) 22 dystir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder