So at siga alt fokusi í føroyska fótbóltsheiminum seinastu tíðina, og serliga í dag, hevur verið á dystin hjá KÍ í Dublin. Playoff-dysturin í Europa League endaði við, at at KÍ tapti 3-1, og tað endaði eisini 3-1 á Skála í kvøld, har ein útsettur dystur frá 16. umfari varð leiktur. Tað var tann dysturin millum Skála og B36, sum upprunaliga skuldi leikast 12.08, men sum varð útsettur vegna ein koronutilburð í venjarahópinum hjá B36.
B36 tapti mánakvøldið dramatisku og tøttu grannauppgerðuna móti HB og varð harvið sent út úr FM-stríðnum. Liðið hjá B36 tyktist eisini heldur "groggy" fyrstu løtuna á Skála, har heimaliðið var ágangandi og omaná. Longu eftir sjey minuttir varð 1-0. Niels Pauli Danielsen sendi eitt gott frísparksinnlegg úr høgru, og í brotsteignum beindi yngri bróður, Aksel Danielsen, bóltin í málið við høvdinum. Skála hevði eisini tveir aðrar stórar møguleikar í fyrra hálvleiki í samband við hornaspørk og vísti góðar taktir.
B36 kom eisini til ein heilt stóran møguleika, men tað var eftir steðgin, at útiliðið vísti styrki. Dysturin var lívligur, og B36 fekk trýst væl, og eftir tíggju minuttir í 2. hálvleiki kom málið. Eftir horna datt bólturin fyri føturnar á Alex Mellemgaard, og vinstrabeinti argjamaðurin smekkaði til við høgra beinið. Bólturin rakti tvørtræðið og brast niður í svørðin. Tað var ilt at síggja, um bólturin allur var inannfyri, men tað metti hjálpardómarin.
Teir appelinlittu vóru ónøgdir, og tað vóru teir eisini eftir seinasta bríksl, tí B36 fór avstað við øllum trimum stigum. Fyrst sló Pingel til eftir upplegg frá innskifta Andrass Johansen, og 18-ára gamli áleyparin sló sigurin fastan í yvirtíðini.
Harvið er B36 væl við í evropeiska stríðnum enn, meðan dystirnir hjá Skála byrja at ganga undan. Avrikini eru góð, men liðið hjá Sorini Anghel hevur framvegis fýra stig upp til 9. plássið.
Betrideildin, 16. umfar
01.10 - upprunaliga 12.08
Skála - B36 1-3 (1-0)
8' Aksel Bjartalíð Danielsen (Niels Pauli Danielsen) 1-0
57' Alex Mellemgaard 1-1
78' Sebastian Pingel (Andrass Johansen) 1-2
90' Andrass Johansen 1-3
Støðan
1. HB 55 stig (21 dystir)
2. KÍ 48 stig (20 dystir)
3. NSÍ 47 stig (21 dystir)
4. Víkingur 44 stig (22 dystir)
5. B36 43 stig (20 dystir)
6. ÍF 22 stig (21 dystir)
7. EB/Streymur 20 stig (22 dystir)
8. TB 14 stig (22 dystir)
9. AB 7 stig (21 dystir)
10. Skála 3 stig (22 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald