12. umfar í Premier League er farið í gongd. Mest fokus er á dystin í morgin, tá Manchester-liðini bresta saman. Liverpool, Chelsea og Arsenal spæla øll í morgin eisini.
Í dag skulu seks dystir leikast. Tann fyrsti var í Wales, har Brighton var á vitjan. Útiliðið legði seg á odda eftir fimm minuttir, men Cardiff javnaði stutt fyri at hálvur tími var leiktir. Stutt eftir 1-1 málið fekk Brighton ein mann vístan av vølli.
Cardiff hevði greitt yvirvágina og trýsti allan 2. hálvleik. Áskoðarnir í walisiska høvuðsstaðnum noyddust tó at bíða til 90. minutt, áðrenn forloysingin kom. Tað var verjuleikarin Sol Bamba, ið tryggjaði heimaliðnum sigurin og trý virðismikil stig. Cardiff hevur nú 8 stig, og er omanfyri strikuna. Brighton er á 12.plássi við 14 stigum.
Nú klokkan 15.00 byrja fýra dystir. Millum annað skal Leicester spæla sín fyrsta heimadyst síðani eigarin, Vichai Srivaddhanaprabha doyði í tyrluvanlukku fyri tveimum vikum síðani. Hann verður heiðraður á King Power leikvøllinum í løtuni. Tottenham skal dystast í London-grannauppgerð í kvøld:
Cardiff - Brighton 2-1 (1-1)
15.00: Huddersfield - West Ham
Leicester - Burnley
Newcastle - Bournemouth
Southampton - Watford
17.30: Crystal Palace - Tottenham
Fótbóltur
Cardiff fekk týðandi sigur í evstu løtu
Uppflytarnir vunnu fyri aðru ferð í ár, tá Brighton var á vitjan. Fimm aðrir dystir verða leiktir í dag.
Sol Bamba avgerð her dystin fyri Cardiff
2018-11-10 14:55
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald