HM-kappingin í talvi millum norska Magnus Carlsen og amerikanska avbjóðaran, Fabiano Caruana, byrjaði í gjár við javnleiki.
Carlsen telvaði við svørtum fólki, og fekk skjótt yvirvág í spælinum. Eitt skifti stóð amerikanarin so illa, og var í so stórari tíðarneyð, at allar útrokningar tóku tað fyri givið, at Carlsen fór at vinna talvið.
Men tað eydnaðist ongantíð Carlsen at koma við leikinum, sum kundi punktera spælinum. Tað var beint undan 40. leiki, at Caruano var í so svárari tíðarneið, at hann eitt skifti bert hevði trý sekund eftir.
Men eftir 40. leik, fingu teir meira tíð at spæla við, og harfrá eydnaðist tað Caruano ag venda vónleysu gongdini til at gerast javnleikur í einum drúgvum talvi, sum vardi útvið sjey tímar.
- Eg trúði upp á, at eg stóð til at vinna, har vóru bara nakrar fáar forðingar eftir. Men knappliga gjørdist eg ótryggur og lovaði honum inn í spælið aftur – tað var oneyðugt, segði Magnus Carlsen við NRK eftir talvið.
Fabiano Caruana var fegin um javnleikin.
- Eg varð útspældur. Hetta var ein vánalig byrjan upp á HM, segði avbjóðarin eftir fyrsta talvið.
Fleiri hava mett Caruana vera favoritt til at vinna HM. Hann hevur verið í stórformi, og hevur nærum onki mistak gjørt síðan hann vann undankappingina í apríl. Hetta var fyrsta ferðin, at hann var kroystur.
- Eg var heppin at sleppa við javnleiki, staðfesti Caruana.
Næsta talvið í HM-kappingini í London verður telvað í dag, og byrjar klokkan 15. Tey, ið síggja NRK kunnu síggja talvið í beinleiðis sending.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald