Annað

Carlsen skal verja HM-heitið á triðja sinni

Talv: HM-kappingin millum Carlsen og Fabiano Caruana byrjar í London í morgin.

Í dag var tíðindafundur í London undan HM-kappingini millum Magnus Carlsen (t.v.) og Fabiano Caruana (Mynd: EPA)

Í dag var tíðindafundur í London undan HM-kappingini millum Magnus Carlsen (t.v.) og Fabiano Caruana (Mynd: EPA)

2018-11-08 17:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í morgin skal norski stórmeistarin í talvi, heimsins besti telvari, 27 ára gamli Magnus Carlsen, verja sítt heimsmeistaraheiti á triðja sinni.

Tað hendir í The College í London, har avbjóðarin er 26 ára gamli amerikanarin, Fabiano Caruana, sum á pappírinum er næstbesti telvari í løtuni eftir Carlsen.

Magnus Carlsen hevur ligið á fyrsta plássi á styrkilistanum yvir heimsins bestu telvarar síðan juli 2011. Hann hevur verið heimsmeistari síðan 2013, tá hann tók HM-heitið frá indaranum Vishy Anand við at vinna 6,5-3,5 í Chennai í India.

Síðan hevur hann vart heitið tvær ferðir. Í 2014 tá vann hann 6,5-4,5 á sama Anand í Socchi í Russlandi og í 2016 í kappingin móti russaranum Sergej Karjakin, sum endaði javnt, 6-6, men varð avgjørd við kviktalvum. Henda kappingin fór fram í New York.

Fabiano Caruana gjørdist almennur avbjóðari í mars í ár, tá hann vann undankappingina móti m.a. Sergej Karjakin.

HM-kappingin, sum byrjar í London í morgin er serlig, tí hetta – løgið nokk – er fyrstu ferð síðan 1990, at nummar eitt og tvey á heimsstyrkilistanum møtast at gera av hvør skal vera heimsmeistari. Og tað er heldur ongantíð hent fyrr, at tveir telvarar við so høgum styrkitali hittast til HM-dyst.

Carlsen liggur ovast á styrkilistanum við 2.835 stigum, meðan Caruana er næstovast, einans trý stig færri. So vinnarin av HM-kappingini í London gerst ikki einans heimsmeistari, men vinnur ella varðveitir eisini fyrsta pláss á heimsstyrkilistanum.

HM-kappingin fer fram í 12 umførum frá 9. til 26. november. Endar kappingin jøvn, eins og hon gjørdist seinast, verður avgjørt við umdystum 28. november.

Carlsen og Caruana hava telvað 33 móti hvørjum øðrum í vanligum talvi. Carlsen hevur vunnið 10 talv, Caruana 5 og 18 eru endað javnt. Í snar- og kviktalvum hevur Carlsen vunnið 13, Caruana 6 og 4 eru endað remis. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder