Annað

Carlsen vann fyrsta kviktalvið

Caruana gav upp eftir 54 leikir.

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2018-11-28 16:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er frøði í Noregi nú tað eydnaðist Magnus Carlsen at leggja seg á odda í HM-kappingini móti avbjóðaranum, Fabiano Caruana úr USA.

Klokkan 15 í dag fóru teir báðir í gongd við kviktalvini eftir at vanligu langtalvini øll endaðu javnt, og støðan sostatt var 6-6.

Men í fyrsta kviktalvinum legði Magnus Carlsen seg á odda. Báðir telvararnir komu í tíðarneyð móti endanum av talvinum, men Magnus hevði vunni sær so mikið stóra yvirvág, at Caruana gavst eftir 54. leikir.

Nú er ein støðgur, so fara teir báðir í gongd við næsta talvið, tá amerikanarin hevur hvíta fólkið og norðmaðurin svarta.

Her í umspælinum verða fýra kviktalv telvað. Er annar telvarin á odda eftir fýra talv, verðurhann heimsmeistari. Stendur á jøvnum, verður farið í gongd við snartalv.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder