Hópurin hjá EBS/Skála er nú í Tallinn, har seinasta hond verður løgd á fyrireikingarnar til uppgávuna í Champions League-undankappingini.
Tann fyrsti av teimum trimum dystunum í estiska høvuðsstaðnum verður tíðliga seinnapartin í morgin. Har skal EB/Streymur spæla ímóti meistarunum úr Kasakstan.
Tað verður ikki alt ov heitt at spæla, men tað verður sera trupult fyri EBS/Skála, sum í løtuni liggur á 4. plássi í Betrideildini við 7 stigum. Í fjør spældi liðið á fyrsta sinni í undankappingini í Champions League og tapti samanlagt 0-17 - tvær ferðir 7-0.
(Margunn Lindholm avgjørdi steypafinaluna í fjør og er nú aftur í EBS/Skála-troyggjuni. Durita Hummeland spælir nú við KÍ - Mynd: Sverri Egholm)
Liðið er styrknað ígjøgnum árið, við tað at profilar sum Anna Súnadóttir Hansen, Margunn Lindholm og Ansy Sevdal Jacobsen eru komnar aftur á liðið.
(Anna og Ansy eru aftur á liðnum)
Tveir av lyklaleikarunum eru tó ikki við í Estlandi: Stinni verjuleikarin Rakul V. Magnussen, ið júst er úttikin til landsliðið, er ikki tøk til hesar dystirrnar, og Birna T. Mikkelsen, ið hevur verið liðskipari í ár og er toppskjútti hjá liðnum, er við barn so hon spælir ikki aftur í ár.
Frá venjaratoyminum hjá EBS/Skála frætta vit, at liðið hevði eina venjing í dag er væl fyri. Tey eru greið yvir, at mótsstøðan verður hørð, og alt má ganga upp í eina hægri eind hjá liðnum, ið skal spæla sera klókt fyri at fáa eitt gott úrslit.
Fyrsta bríksl er klokkan 13.00 føroyska tíð. Til ber at fylgja gongdini í dystinum her
Mikudagin 7. august:
13.00 Biik-Kazygurt-EB/Streymur/Skála
10. august: PK-35 (Finnland)-EB/Streymur/Skála
13. august: EB/Streymur/Skála-Flora
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald