Í fjør vann Reyða Stjørna 2-0 á Liverpool á Marakana í Champions League-bólkaspælinum. Crvena Zvezda er eitt sterkt lið, so FCK hevði eina sera trupula uppgávu á kenda og sera larmandi leikvøllinum í serbiska høvuðsstaðnum ígjárkvøldið.
Heimaliðið var omaná í 1. hálvleiki og kom eisini á odda stutt fyri steðgin. FCK royndi at jagstra útjavnandi málið í 2. hálvleiki, men tað gekk striltið, og menninir hjá Ståle Solbakken tyktust ikki heilt mentir at hótta heimaliðið, hóast útiliðið hevði bóltin væl meira.
Í 83. minutti kom nýinnkeypti Pep Biel inn í brotsteigin. Spaniólin, ið er avloysaran fyri Robert Skov, ið er seldur til Hoffenheim, fór umkoll og so var brotsspark í Beograd. Áskoðarnir hjá heimaliðnum vóru ónøgdir, og buh'aðu, tá 20-ára gamli Jonas Wind, ið er uppvaksin í felagnum fór til bóltin.
(Jonas Wind í Panenka-stíli á sama leikvølli sum hetta heiti varð gjørt kent - Mynd: EPA)
Á sama leikvølli har Antonin Panencka "chippaði" bóltin mitt í málið við avgerandi brotssparkinum í EM-finaluni í 1976, skuldi danski áleyparin tryggja FCK eitt sera týðandi útivallarmál. Wind heiðraði leikaran, sum vann gull við Tjekkoslovakia fyri 43 árum síðani við at gera ein "Panenka".
Við úrslitinum hevur FCK nú ein góðan møguleika at koma víðari til seinasta umfar í Champions League-bólkaspælinum. Seinni dysturin verður í danska høvuðsstaðnum komandi týskvøld.
Í Grikklandi spældi Ajax, ið seinasta kappingarár kom í hálvfinaluna og var so tætt uppá finaluna sum gjørligt, 2-2 javnleik.
Fótbóltur
Champions League: FCK fekk sera gott útgangsstøði
Við ísakøldum brotssparki stutt fyri leiklok tryggjaði 20-ára gamli Jonas Wind danska stórfelagnum útivallarmál og javnleik í Beograd.
Wind og Dame N'Doye fegnast í Beograd - Mynd: EPA
2019-08-07 08:38
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald