Fótbóltur

Champions League verður spæld liðug í Portugal í august

Ein dystur verður leiktur í avgerandi umførunum - soleiðis verður eisini við Europa League, og nýggju útgávurnar av hesum kappingunum byrja eisini í august.

City vann á Real Madrid í fyrru áttandapartsfinaluni - avgerðin um hvør kemur víðari fellur tíðliga í august (Mynd: EPA)

City vann á Real Madrid í fyrru áttandapartsfinaluni - avgerðin um hvør kemur víðari fellur tíðliga í august (Mynd: EPA)

2020-06-18 19:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Atalanta, Atletico Madrid og RB Leipzig og PSG eru til reiðar til fjórðingsfinalurnar í Champions League. Tey náddu at spæla seg víðari áðrenn koronasteðgin, men fýra áttandapartsfinalur eru ikki avgjørdar enn - hóast Bayern so gott sum er víðari eftir 3-0 í útidystinum móti Chelsea

Napoli og Barcelona spældu 1-1 í fyrra dystinum, Manchester City vann 2-1 á Santiago Bernabeu, og Juventus tapti 1-0 í Lyon. Avgerðin í hesum uppgerðunum verður 7/8 august  - í Portugal ella á leikvallunum ið seinnu dystirnir upprunaliga skuldu verið spældir á.

Hetta avgjørdi UEFA í gjár, har eisini varð greitt, at í fjórðingsfinalunum, sum verða 12, 13, 14, 15. august í Lissabon, verður bert ein dystur leiktur. Soleiðis er eisini við hálvfinalunum, sum verða 18/19 august. Champions League-finalan 2019/2020 verður á Estádio do Sport Lisboa e Benfica 23. august.

[object Object]
KÍ og HB skulu royna seg í evropeiskum fótbólti í august (Mynd: Sverri Eghom)

Somu dagar sum hálvfinalurnar eru, verður 1. umfar í undankappingini 2020/2021, har KÍ er við, leikt. Har verður eisini bert ein dystur - á heimavølli ella á útivølli. Soleiðis verður eisini í undanumførunum í Europa League 2020/2021. 20. august skulu B36, HB og NSÍ, á heimavølli ella útivølli, royna at koma víðari úr undanumfarinum.

Dagin eftir verður finalan í Europa League leikt. Köln er leikstaðið, og Týsklandi verður eisini karmur um fjórðings- og hálvfinalurnar í kappingini - har verður eisini bert ein dystur leiktur í hvørjum umfari. Í fyrstu vikuni í august verða seinnu áttandapartsfinalurnar leiktar. Óvist er, um tær verða í Týsklandi ella leikvallunum, har tær upprunaliga skuldi verið leiktar (m.a í Parkini)

KÍ-kvinnurnar skulu royna seg í Champions League millum 7. og 13. oktober. 

Sí alla kunningina frá UEFA her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder