Fótbóltur

Chelsea - Real Madrid er heilt stóra uppgerðin

Lutakast hevur í dag verið til fjórðingsfinalurnar í Champions League. Greitt er, at Bayern München, Liverpool og Manchester City vera stórfavorittar.

Higartil størsta avbjóðingin í verjuni av Champions League-heitinum hjá Chelsea kemur í fyrru hálvu í apríl, tá spanska kongafelagið bíðar (Mynd: EPA)

Higartil størsta avbjóðingin í verjuni av Champions League-heitinum hjá Chelsea kemur í fyrru hálvu í apríl, tá spanska kongafelagið bíðar (Mynd: EPA)

2022-03-18 13:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mikukvøldið vóru áttandapartsfinalurnar í Champions League av. Harvið er talið av liðum í kappingini farið í helvt, og skjótt skulu fjórðingsfinalurnar spælast.

Lutakastið um, hvussu spælast skal har, fór fra í UEFA-høvuðssætinum í Nyon í dag. Úrslitið gjørdist hetta: 

Chelsea - Real Madrid

Manchester City - Atletico Madrid

Villarreal - Bayern München

Benfica - Liverpool


Tað er serliga tann ovasta uppgerðin, sum kann gerast heilt spennandi, og tað eru helst Chelsea og Real Madrid, ið eru mest ónøgd við lutakastið. 

Hini trý sum kunnu metast sum stórir avbjóðarar til steypið vera greiðir favorittar, tó at Atletico Madrid altíð kann spæla spenanndi uppgerðir - Simeone móti Guardiola er ein áhugaverdur tvídystur - og at Vilareal og Benfica vístu tenn og sendi favorittar út í áttandapartsfinaluni (ávíkavist Ajax og Juventus)

Nú vera bitarnir væl størri hjá teimum undirtippaðu, men spenningurin kann gerast stórur í fyrru hálvu av apríl, tá dystirnir skulu spælast. Fyrru fjórðingsfinalurnar eru á skránni 5. og 6. apríl - tær seinnu 12. og 13. apríl.

Greitt er eisini, at í hálvfinalununum verða vinnararnir frá fjórðingsfinalu eitt og tvey paraðir og teir frá trý í fýra - sum í rekkjufylgjuni omanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder