Seinastu áttandapartsfinalurnar í Champions League vórðu leiktar í gjár.
Chelsea vitjaði Lille og skuldi gera arbeiði liðugt. Fyrri dysturin, í London, endaði 2-0. Burak Yilmaz legði heimaliðið á odda við brotssparki í 38. minutti, og harvið skaptu fronsku meistararnir spenning í uppgerðina.
Hetta helt sær tó ikki so leingi, tí í yvirtíðini javnaði Christian Pulisic. So var 3-1 samanlagt, og liðformaðurin Cesar Azpilicueta økti tjúgu minuttir fyri leiklok. Liðið hjá Thomas Tuchel heldur harvið fram við sigursrøðini í einari truplari tíð hjá felagnum, og Chelsea verjir framvegis stóra steypið.
Annar málskjúttin í gjár, Azpilicueta, lyftur steypið eftir sigurin í finaluni móti Manchester City í mai í fjør (Mynd: EPA)
Eftir finaluluttøkuna í 2017 er Juventus varpað úr kappingini í áttandapartsfinaluni ella fjórðingsfinaluni á hvørjum ári. Fyriuttan dramatisku fjórðingsfinalurnar móti Real Madrid í 2018 hevur talan verið um tap móti liði, ið Juventus hevur verið favoittur ímóti (Ajax, Lyon og Porto) Nú kann Villareal leggjast afturat hesum listanum.
Tað var javnvág í, 1-1 samanlagt, fram til 77. minutt í gjárkvøldið. Tá fekk Villareal brotsspark, ið Gerard Moreno umsetti til mál. Teir í gulum skoraðu tvær ferðir afturat og eymýktiu harvið heimaliðið í Torino. 0-3 merkir, at Villareal er í einari Champions League fjórðingsfinalu fyri fyrstu ferð síðani í 2006, tá liðið úr lutfalsliga lítla spanska býnum tapti í hálvfinaluni fyri Arsenal.
Juventus var fyri tungum tapi í gjárkvøldið
Europa League-vinnararnir og Champions League-vinnararnir vóru harvið seinastu liðini, ið tryggjaðu sær pláss í fjórðingsfinaluni. Hini, sum vera í pottinum í morgin, eru Atletico Madrid, Real Madrid, Liverpool, Manchester City, Bayern München og Benfica. Lutakastið verður í Nyon klokkan 11.
Fyrru fjórðingsfinalurnar verða leiktar 5. og 6. apríl - tær seinnu eina viku seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald