Fótbóltur

Chelsea einasta ósigraða liðið úr teimum fimm størstu deildunum

Maurizio Sarri og hansara menn hava fingið eina frálíka byrjan uppá kappingarárið. Chelsea er nú víðari í Europa League.

Maurizio Sarri hevur viðgongd í Chelsea
(Mynd: EPA)

Maurizio Sarri hevur viðgongd í Chelsea (Mynd: EPA)

2018-11-08 20:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

17 dystir, 14 sigrar og 3 javnleikir. Hetta eru hagtølini hjá Chelsea í ár. Síðani 59-ára gamli Maurizio Sarri kom til felagið hevur Chelsea ikki tapt nakran dyst. 

Undan Champions League-dystunum í gjárkvøldið deildi enska felagið æruna við Juventus. Italenska stórfelagið tapti tó í gjár móti Manchester United eftir at hava blaka sigurin burtur seinastu minuttirnar. United var eisini tætt við at vinna á Chelsea í Premier League fyri nøkrum vikum síðani, men Ross Barkely javnaði í 96.minutti.

Hetta hevur við sær, at Chelsea er einasta liðið í størstu evropeisku kappingunum, ið ikki hevur tapt í ár. Í Premier League hevur liðið hjá Sarri vunnið átta dystir og javnað tríggar. Í Carabao Cup hevur Chelsea vunnið báðar. Í kvøld vann felagið úr London á útivølli móti Bate Borisov í Europa League. Oliver Giroud skoraði einsamalla málið, ið gjørdi at Chelsea framvegis hevur fult stigatal og er víðari úr bólkinum eftir fýra dystir.

Bæði Liverpool og Chelsea eru ósigraði í Premier League, men hava tapt í  Champions League. Liverpool tapti eisini móti Chelsea í Carabao Cup. PSG, Juventus og Dortmund hava ikki tapt í heimligu deildunum í ár, men øll hava tapt ein dyst í Champions League. Chelsea hevur tann "fyrimunin", at liðið spælir Europa League ístaðin fyri Champions League, og er also einasta liðið úr Premier League, La Liga, Bundesligaini, Serie A og Ligue 1, ið einki niðurlag hevur í øllum kappingarárinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder