Enska stórfelagið Chelsea hevur loyvið at keypa leikarar komandi tveir flytingargluggarnar, tvs. í juli 2020. Aganevndin hjá FIFA hevur revsað Chelsea fyri at hava brotið lógina um leikaraflytingar í 29 førum, tá felagið keypti leikarar undir lógaraldur.
Felagið missir nú rættin at keypa nýggjar leikarar komandi tveir flytingargluggarnar. Bannið er landsumfevnandi og altjóða. Bannið er tó ikki galdandi fyri kvinnuliðini og futsal-liðini hjá felagnum.
Felagið hevur tó loyvi at selja leikarar.
Umframt bannið fær Chelsea bót á næstan 4 milliónir krónur fyri brotið og fær 90 dagar at rætta støðuna.
Enska fótbóltssambandið fær eisini bót á 3,3 milliónir krónur fyri brot á lógina um flyting av leikarum undir lógaraldur og fær seks mánaðir at rætta støðuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald