Fótbóltur

Chelsea sló Liverpool út á Anfield

Hazard var munurin, tá risarnir hittust. West Ham vann risasigur, og Tottenham er víðari eftir brotssparkskapping.

Eden Hazard gjørdist hetjan fyri Chelsea á Anfield
(Mynd: The Guardian)

Eden Hazard gjørdist hetjan fyri Chelsea á Anfield (Mynd: The Guardian)

2018-09-26 22:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fimm dystir í triðja umfarið í Carabao Cup vórðu leiktir í kvøld.

Stórdysturin var á Anfield, har Chelsea var á vitjan. Hesi liðini vóru ósigraði undan dystinum, og hetta var samstundis ein upptakt til oddadystin á Stamford Brigde í Premier League leygardagin.

Chelsea setti seg á dystin frá byrjan við ágangandi spælið. Heimaliðið kom tó skjótt fyri seg, og tað var Liverpool, ið hevði størri møguleikar í 1.hálvleiki. Tá ein lítil tími var farin, legði Daniel Sturrigde heimaliðið á odda, tá hann fylgdi væl upp og skoraði hegnisliga.

Tað vóru tó mennirnir hjá Sarri, ið avgjørdi dystin seinastu tíggju minuttirnar. Fyrst javnaði vinstri bakkurin, Emerson, í samband við ein deyðbólt. Og so tók innskifti Hazard sakina í egnar hendur, tá hann fekk bóltin miðskeiðis á Liverpool hálvuni: Eitt bandaspæl, belgiska stjørnan sneiddi síðani fleiri av, áðrenn hann sera flott sendi bóltin í longra málhornið.

Hetta var fyrsta tapið hjá liðnum hjá Jurgen Klopp á Anfield síðani seinast í januar, tá West Bromwich sendi Liverpool út av FA Cup. Bæði liðini spardu flestu av føstu leikarunum í kvøld, men har var tó nógv góðska á liðunum og dystinum.


Tottenham tók ímóti Watford í Milton Keynes. Hetta av tí at nýggji leikvøllurin hjá Tottenham ikki er til reiðar enn, og avtalan um at lána Wembley ikki er galdandi fyri Carabao Cup. 

Dysturin fór heilt til brotsspørk, har Tottenham skoraði uppá øll síni fýra, meðan Watford brendi tvey. Dysturin bylgjaði aftur og fram; 0-1, 1-1(brotsspark og reytt kort), 2-1 fimm minuttir fyri tíð, og 2-2 beint fyri leiklok. Øll málini komu í 2. hálvleiki

Dele Alli avgjørdi dystin á sínum gamla heimavølli. Eins og í samband við 1-1 málið, har hann sjálvur fekk brotssparkið, megnaði hann akkurat at basa Gomes í Watford-málinum.


West Ham setti av álvara Maccelsfield Town uppá pláss. Liðið úr fjórðbestu deildini tapti heili 8-0 á olympiska leikvøllinum í London. Seks ymiskir málskjúttar fyri West Ham, og størsti sigur hjá felagnum í 35 ár.

Arsenal vann 3-1 á heimavølli móti Brentford úr næstbestu deildini. Danny Welbeck gjørdist tvífaldur málskjútti, og Alexandre Lacazette setti punktum í yvirtíðini. 

Carabao Cup, triðja umfar(26.09):

Arsenal - Brentford 3-1(2-0)
Liverpool - Chelsea 2-1(0-0)
Nottingham Forest - Stoke 3-2(2-0)
West Ham - Macclesfield 8-0(3-0)
Tottenham - Watford 6-4 eftir brotsspørk (2-2; 0-0)  



 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder