
Ein læknakanning er á skránni í Newcastle í dag, og um alt gongur sum ætlað, so verður Chris Wood kunngjørdur sum Newcastle-leikari. Sambært millum annað Sky Sports eru persónligu viðurskiftini komin uppá pláss, eftir at nýríka felagið úr Norðuronglandi hevur gjørt greitt, at tað ætlar at rinda Burnley tær yvir 220 milliónirnar, ið "klasulurin" í sáttmálanum hjá nýsælendingin var áljóðandi.
Nú skal nýggjur sáttmáli skrivast, og Wood skal royna at avlosya skadda áleyparan Callum Wilson, ið fekk ein skaða í tjúkkan, tá Newcastle varð varpað út av FA Cup leygardagin á heimavølli, tá Cambridge í fjórðbestu deildini. Wilson verður helst úti í tveir mánaðir.
Wood skal royna at hjálpa Newcastle í niðurflytingarstríðnum, og hetta keypið kann samstundis skaða Burnley, ið er eitt av liðunum, sum Eddie Howe og hansara menn kappast við.
Newcastle er í løtuni á 19. plássi við ellivu stigum - Burnley hevur sama stigatal men hevur leikt tveir dystir færri og hevur betri málúrttøku.
Leygardagin spælir Newcastle móti Watford, ið er beint omanfyri niðurflytingarstrikuna og tvey stig frammanfyri Newcastle og Burnley. Tað er harvið týdningarmikið hjá Eddie Howe at fáa Wood inn í hópin. Áleyparan hevur skorað trý mál í ár og samanlagt 49 Premier League mál fyri Burnley síðani 2017, tá hann kom úr Leeds.
Ætlanin er eisini at fáa fatur á unga og spennandi áleyparanum Hugo Ekitike, ið hevur gjørt um seg fyri Reims í Fraklandi í ár. Kieran Trippier gjørdist í síðstu viku fyrsta januar-keypið hjá Newcastle
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald