placeholder
Fótbóltur

Coutinho fer at spæla fyri Gerrard - Trippier fyrsta keypið hjá nýríka Newcastle

Aston Villa hevur leiga álopskenda leikaran og kann keypa hann frá Barcelona í summar - enski høgri bakkurin fer úr Madrid til Newcastle fyri yvir 100 milliónir krónur.

2022-01-07 14:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Flytingarvindeygað lat upp fyri seks døgum síðani, og tvey Premier League-keyp eru kunngjørd í dag. Í báðum førum er talan um leikarar, ið koma úr sponskum fótbólti, og sum áður hava spælt í bestu ensku deildini.

Annar er onglendingur. Høgri bakkurin úr Bury fór eftir fýra væleydnað ár í Tottenham til Atletico Madrid, har nú 31-ára gamli maðurin, ið hevði størsta partin av sínum fótbóltsuppvøkstri í Manchester City, var við til at vinna spanska meistaraheitið. Eins og so at siga allir enskir leikarar, ið fara uttanlands, so varð Kieran Tripper skjótt settur í samband við afturvendan, og seinastu mánaðirnar hava serliga Manchester United og Newcastle verið nevnd.

Tað endaði við, at Trippier gjørdist fyrsta keypið hjá nýggju eigarunum hjá Newcastle, ið hava eitt sindur av peningi. Høgri bakkurin kostar Newcastle 12 milliónr pund - áleið 105 milliónir krónur - skrivar Sky Sports. Hann skal styrkja um liðið hjá Eddie Howe, sum í løtuni liggur á 19. plássi í Premier League við 11 stigum, nú komið er í helvt við kappingarárinum. Hann hevur skrivað undir ein sáttmála á tvey og eitt hálvt ár og fær nummar 15 á ryggin á svørt-hvítu troyggjuni.

[object Object]

Aston Villa hevur fingið ein lágvaksan leikara inn men talan er um eitt stórt navn. Philippe Coutinho spældi í fýra og eitt hálvt ár við Liverpool, har hann einki vann, men  størsta partin av tíðini var helst størsta stjørnan á liðnum og íhvussu er allatíðina ein profilur í álopskenda spælinum. Í januar 2018 gjørdist brasilumaðurin tá næstdýrasti leikarin í heiminum, tá Barcelona keypti hann fyri 140 milliónir pund. At siga at Coutinho hevur verið eitt vónbrot fyri katalanska liðið, har tað hevur verið nógv rumbul, er helst at siga ov lítið. Hann hevur verið við til vunnið La Liga og sponsku steypakappingina tvær ferðir, men gjørdist ongantíð tann stóra stjørnan í Spania, sum hann "skuldi verða"

Mest væleydnaða tíðarskeiðið síðan tað í Liverpool hjá Philippe Coutinho var helst í Bayern München, ið Coutinho varð leigaður út til í 2019-2020. Bayern vann The Treble, og Coutinho varð ongantíð ein lyklaleikari har, men skoraði tvey mál, tá Barcelona varð varpað út av Champions League við 8-2 tapi.

Hann fer ikki at vinna Champions League við Aston Villa - íhvussu er ikki í fyrstu syftu - men komandi mánaðirnar skal nú 29-ára gamli brasliumaðurin hjálpa Birmingham-felagnum, ið liggur á 13. plássi í Premier League, og gamla liðfelagaða sínum, sum nú er venjari. Steven Gerrard hevur verið ein lykil í at fáa Coutinho til felagið. Hann hevur verið settur í samband við eina afturvendan til Premier League, og tað var Villa, ið skjótt fekk fatur á manninum, ið veruliga kann fara at gera mun fyri álopskenda spælið hjá liðnum, sum hevur leigað hann fyri restina av kappingarárinum og sklal rinda áleið helmingin av stóru lønini. Barcelona hevur tilknýtt ein møguleika (optión - klasul) fyri keyp hjá Aston Villa í summar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder