Chelsea skuldi í dag løna City ósigurin frá tveimum vikum síðani aftur. Tá var tað ikki bert talan um eitt tap, men um ein lemjandi 6-0 lúsing ímóti meistarunum. Pallurin seint seinnapartin var tjóðarleikvøllurin Wembley. Chelsea skuldi ikki ferðast langt fyri at spæla finaluna í Carabao Cup, men uppgávan var stór.
Manchester City kom til London fyri at endurvinna steypið. Liðið hjá Pep Guardiola var favorittur, men hóast rímiliga nógva yvirvág so eydnaðist tað ikki at bróta Chelsea niður. Liðið hjá Maurizio Sarri var væl sett upp og kom eisini betri við í 2. hálvleiki og hevði møguleikar at avgera dystin.
Tað kom einki mál eftir 90 minuttir, og í byrjanini av longdu leiktíðini søkti Chelsea at. Tað var tó City, ið hevði størstu møguleikarnir í 2. hálvleiki, men Kepa í Chelsea-málinum bjargaði væl.
Júst baskiski málvejrin kom í fokus ímóti endanum av longdu leiktíðini, tí eftir at hann tvær ferðir hevði trupulleikar við krampa, stóð eykamálverjin Willy Caballero til reiðar at koma inn. Men heimsins dýrasti málverji gjørdi greitt, at hann var til reiðar at halda fram og ætlaði sær undir ongum umstøðum út. Sarri gjørdist í øðini, og hann tyktist at ætla at rýma. Caballero kom ongantíð inn, Sarri varð verandi, men støðan var heilt løgin og huglagið á boninum hjá Chelsea var serstakt.
Í brotssparkskappingini var City akkurat omaná eftir fimm skot hvør. Kepa bjargaði einum skotið, men burdi bjargað einum øðrum, og Jorginho og David Luiz, sum vanligt eru tryggir, brendu. So kundi Sterling avgera tað, og kantspælarin var ógvuliga tryggur, og tryggjaði City steypið fyri triðju ferð uppá fýra ár.
Enn eitt steyp til Guardiola og co, ið eisini vunnu Community Shield á Wembley í byrjanini av kappignarárinum. FA Cup, Premier League og Champions League eru framvegis eftir fyri City. Spurningurin er, um City kann leggja afturat, og so er spurningurin, hvat hendir í Chelsea nú.
Chelsea - Manchester City 0-0 e.l.l (3-4 eftir brotssparkskapping)
Brotsparkskappingin:
Ederson bjargar royndini frá Jorginho
0-1 Ilkay Gundogan
1-1 Cesar Azpilicueta
1-2 Sergio Aguero
2-2 Emerson
Kepa bjargar royndini frá Sané
David Luiz skýtur á stongina
2-3 Bernardo Silva
3-3 Eden Hazard
3-4 Raheem Sterling
Fótbóltur
City endurvann Carabao Cup eftir brotsparkskapping
Chelsea trýsti Manchester City munandi meira hesuferð, men liðið hjá Sarri gjørdist ov stutt eftir dramatiskan enda.
2019-02-24 19:33
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald