Fótbóltur

City kom væl frá fyrsta dystinum

David Luiz kostaði Arsenal dýrt í Manchester. Tað endaði málleyst í Birmingham, har Sheffield burdi fingið eitt mál.

Raheem Sterling skoraði fyrsta málið eftir langa Premier League-steðgin (Mynd: EPA)

Raheem Sterling skoraði fyrsta málið eftir langa Premier League-steðgin (Mynd: EPA)

2020-06-18 14:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Premier League fór í gongd aftur í gjárkvøldið eftir ein stegð á tríggjar mánaðir - uttan áskoðarar og sjálvandi uttan heilt somu góðsku. Talan var um útsettar dystir frá 28. umfari.

Sheffield United vitjaði hjá Aston Villa í allarfyrsta dystinum. Liðið hjá Chris Wilder kappast heilt óvæntað um evropeiskt pláss, og hóast uppflytarin var leikliga eitt sindur við undirlutan í gjárkvøldið móti Aston Villa, ein annar uppflytar ið tó stríðist í botninum, so burdi Sheffield fingið trý stig. Beint áðrenn hálvleik tykist bólturin heilt greitt at vera yvir mállinjuna hjá Villa, men urið hjá Micheal Oliver segði ikki frá, og VAR varð ikki nýtt.

Manchester City skuldi vinna, fyri ikki at Liverpool skuldi hava møguleikan at avgera meistaraheiti í vikuskiftinum. Liðið hjá Pep Guardiola plagar at hava gott tamarhald á Arsenal, og var eisini fullkomiliga omaná og vann 3-0 í gjárkvøldið.

[object Object]

[object Object]
David Luiz var ikki leingi á vøllinum og hjálpti ikki sínum liðið (Mynd: EPA)

[object Object]
Kevin De Bruyne var tryggur úr ellivu metrum (Mynd: EPA)

David Luiz hjá Arsenal, ið møguliga fer úr felagnum heilt skjótt, "hjálpti til". Innskifti verjuleikarin fekk ikki ruddað bóltin burtur beint áðrenn hálvleik, og so kundi Sterling leggja heimaliðið á odda. Eftir fimm minuttir í 2. hálvleiki var støðan 2-0, og Luiz hevði fingið reytt kort, tá hann gjørdi brotsspark, ið De Bruyne skoraði uppá tað. So var so at siga heilt avgjørt, og í yvirtíðini gjørdist støðan 3-0.

Premier League, 28.umfar:
Mikudagin 17.juni

Aston Villa - Sheffield United 0-0

Manchester City - Arsenal 3-0 (1-0)
45' Raheem Sterling 1-0 
51' Kevin De Bruyne (br.) 2-0
90' Phil Foden 3-0 

30.umfar: 
Í morgin - fríggjadagin 19.06
Norwich - Southampton
Tottenham - Manchester United

Leygardagin 20.06
Watford - Leicester
Brighton - Arsenal
West Ham - Wolves
Bournemouth - Crystal Palace

Sunnudagin 21.06
Newcaslte - Sheffield United
Aston Villa - Chelsea
Everton - Liverpool

Mánadagin 22.06
Manchester City - Burnley

Støðan:
1. Liverpool 82
2. Manchester City 60
3. Leicester 53
4. Chelsea 48
5. Manchester United 45 
6. Sheffield United 44
7. Wolves 43
8. Tottenham 41
9. Arsenal 40
10. Burnley 39
11. Crystal Palace 39
12. Everton 37
13. Newcastle 35
14. Southampton 34
15. Brighton 29
16. West Ham 27
17. Watford 27
18. Bournemouth 27
19. Aston Villa 26
20. Norwich 21


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder