Tveir dystir í Premier League vórðu leiktir seinnapartin. Bæði Manchester City og Chelsea gjørdu tað, sum liðini skuldu; tey vunnu heimasigrar og eru nú ávíkavist nummar eitt og tvey.
Hjá Manchester City var Raheem Sterling í hopla, og Serigo Aguero skoraði sítt mál nummar 150 í Premier League. Hann hevur bert nýtt 217 dystir til gera hetta. Pep Guardiola og hansara menn eru flúgvandi; City hevur framvegis ikki tapt í ár og hevur nú tvey stig niður til nummar tvey.
Chelsea er eisini ósigrað; í dag vann liðið hjá Maurizio Sarri 3-1 á heimavølli móti Crystal Palace. Alvaro Morata legði Chelsea á odda tvær ferðir og tykist at vera komin í gongd. Chelsea er ájavnt í stigum við triðja ósigraða liðið, ið er Liverpool, men hevur betri málúrtøku.
Manchester City - Southampton 6-1 (4-1)
1-0 Sjálvmál
2-0 Sergio Aguero
3-0 David Silva
3-1 Danny Ings (br.)
4-1 Raheem Sterling
5-1 Raheem Sterling
6-1 Leroy Sané
Chelsea - Crystal Palace 3-1 (1-0)
1-0 Alvaro Morata
1-1 Andros Townsend
2-1 Alvaro Morata
3-1 Pedro
Støðan í oddinum eftir ellivu umfør:
City 29
Chelsea 27
Liverpool 27
Tottenham 24
Arsenal 23
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald