Seks dystir í 13. umfarið í Premier League vóru lidnir fyri lítlari løtu síðani.
Heilt frammi í oddinum er støðan óbroytt. City og Liverpool eru framvegis ósigraði eftir greiðar sigrar.
Liverpool hevur eina lumpisliga uppgávu á útivølli móti Watford, og tað gekk eisini long tíð, áðrenn liðið hjá Klopp fekk hol á. Eftir greiða yvirvág í spælinum sló Mohammed Salah til miðskeiðis í 2. hávleiki. Løtu sinni økti ungi bakkurin, Trent Alexander-Arnold við frálíkum beinleiðis frísparki. Liðformaðurin Jordan Henderson dummaði seg og fekk sítt seinna gula kort í 82. minutti, men í 89. minutti lukkaði Roberto Firmino dystin. Liverpool hevur bert mist stig móti liðum úr topp-fimm í ár.
Manchester City avgjørdi alt í 1. hálvleiki í London. Í sannførandi sigrinum á West Ham var serliga Leroy Sané í hopla. Hetta var fimti sigur á rað hjá City í Premier Leagu. Hitt liðið í Manchester hevur hinvegin trupulleikar. United spældi málleysan javnleik móti Crystal Palace á Old Trafford, og topp-fýra er langt burtur hjá Mourinho og hansara monnum.
Í London spældi Fulham og Southampton undirhaldandi botndyst. Heimaliðið hevði bert vunnið ein dyst frammanudan, men Aleksandar Mitrovic avgjørdi dystin í 63. minutti við sínum øðrum málið, og tryggjaði harvið uppflytarunum sín fyrsta sigur í tríggar mánaðir. Claudio Ranieri fekk harvið eisini ein sigur í sínum fyrsta dysti sum venjari fyri Fulham.
Gylvi Sigruðsson skoraði einsamalla málið, tá Everton tók ímóti Cardiff, og liðið úr Liverpool er nú komið frammum Watford, Bournemouth og United og liggur nú á 6.plássið. Leicester kom afturum tíðliga og fekk James Maddison útvístan fyri film eftir lítlan hálvan tíma. Men tíggju minutir fyri tíð javnaði innskifti Jaimie Vardy við brotssparkið.
Brighton - Leicester 1-1 (1-0)
Everton - Cardiff 1-0 (0-0)
Fulham - Southampton 3-2 (2-1)
Manchester United - Crystal Palace 0-0
Watford - Liverpool 0-3 (0-0)
West Ham - Manchester City 0-4 (0-3)
Nu um eina løtu er spennandi grannauppgerð millum tvey lið sum jagstra City og Liverpool.
17.30: Tottenham - Chelsea
Fótbóltur
City og Liverpool buldra víðari í oddinum
United megnaði ikki at basa Palace á heimavølli; Fulham fekk trý ógvuliga týdningarmikil stig í botnstríðnum í fyrsta dystinum hjá Ranieri.
Sané og City vóru sannførandi í dag (Mynd: EPA)
2018-11-24 17:02
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald