Fótbóltur

City vann á Bernabeu

Guardiola og hansara menn fingu eitt sera gott útgangsstøði til seinna dystin í áttandapartsfinaluni, tá teir í kvøld vitjaðu Real Madrid. Í Fraklandi vann Lyon óvænta á Juventus.

Guardiola og hansara menn fingu eitt gott útgangsstøði til seinna dystin (Savnsmynd: EPA)

Guardiola og hansara menn fingu eitt gott útgangsstøði til seinna dystin (Savnsmynd: EPA)

2020-02-26 22:25 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Teir seinastu tveir dystirnir í fyrra av tveimum dystum í áttandapartsfinaluni í Champions League vóru leiktir í Kvøld.

Á Santiago Bernabéu var stórdysur tá Real Madrid tók ímóti Manchester City. Einki mál kom í fyrra hálvleiki, sum var tamur og merktur av at nógv stóð uppá spæl.

Seinni hálvleikur var meiri hendingaríkur. Tað var Real Madrid sum legði seg á odda tá eitt korter var leikt av seinna hálvleiki, tá Isco skoraði. Tann leiðslan helt til 12 minuttir vóru eftir av dystinum tá Gabriel Jesus javnaði fyri Manchester City. Bert fimm minuttir seinni legði Kevin De Bryune City á odda 1-2 uppá brotsspark, eftir at Raheem Sterling var feldur í brotsteiginum. Síðsta løtan av dystinum skuldi vísa seg at vera dýr fyri Real Madrid, tí bert tríggjar minuttir eftir 1-2 málið var liðformaðurin Sergio Ramos vístur av vøllinum, tá hann sum aftasti maður feldi Gabriel Jesus.

Í Fraklandi tók Lyon ímóti Juventus. Juventus var undan dystinum favorittur, og er av fleiri mett at vera ein av favorittunum til at vinna kappingina. Tað kom bert tað eina málið í dystinum, og tað var heimaliðið ið fekk tað. Tað var Lucas Tousart, sum skoraði einsamalla málið tá ein hálvur tími var leiktur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder