2018-11-14 10:48
Premier League liðið Fulham hevur í morgun sett nýggjan venjara. Fyrrverandi venjarin, Slavisa Jokanovic, sum leiddi liðið upp aftur í bestu deildina, er koyrdur, og í hansara stað er Claudio Ranieri settur.
Fulham liggur á aftasta plássi í deildini við fimm stigum eftir 12 dystum.
Claudio Ranieri er best kendur fyri at standa á odda fyri Leicester City, tá liðið vann Premier League í kappingarárinum 2015/2016. Hann varð koyrdur nakrar mánaðir seinni.
Claudio Ranieri var eisini venjari hjá Grikkalandi, tá Føroyar vunnu 1-0 á Grikkalandi á útivølli í 2014.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald