Fyrsti hálvfinalisturin í suðuramerikanska meistarahetinum er nú funnin. Sum væntað var tað vertstjóðin, sum kom víðari ímóti Paraguay, ið endaði nummar trý í sínum bólki. Tað var tó eftir tógvið stríð, at Brasilia kom víðari - tað skuldu meira enn 120 minuttir til.
Heimaliðið hevði greiða leikliga yvirvág og væl fleiri møguleikar í Porto Alegre, men teir flestu av teimum 45.000 áskoðarum vóru hildnir á pínubonkinum. Teir í gulum og bláum fingu ikki hol á; eisini hóast Paraguay spældi ein tíma í undirtali eftir Fabian Balbuena fekk reytt kort fyri at fella Roberto Firmino beint uttanfyri brotsteigin.
(West Ham-leikaran, Balbuena, fekk beinleiðis reytt kort stutt áðrenn ein tími var leiktur - Mynd: EPA)
Júst Liverpool-áleyparin misnýtti sítt brotsspark, men hinir fýra brasliumennirnir vóru tryggir úr ellivu metrum, tá alt skuldi avgerast. Alisson bjargaði fyrsta brotssparkinum í kappingini, og Derlis Gonzalez, ið til dagliga spælir fyri brasilianska Santos, skeyt langt framvið í seinastu royndini hjá Paraguay. So kundi Gabriel Jesus avgera tað, og City-áleyparin var ísakaldur, og so var fagnaður í Porto Alegre og kring stóra og fótbóltskáta landið.
Brasil hevur framvegis ikki latið eitt mál inn í kappingini (fyriuttan tey trý brotsspørkini í gjár), og skal spæla hálvfinalu mikunáttina í Belo Horizonte. Tað verður ímóti vinnaranum av dystinum millum Venesuela og Argentina. Hesi liðini dystast í kvøld klokkan 20.00. Á midnátt fer triðja fjórðingsfinalan í gongd; hon er ímillum Kolumbia og Kili.
Fótbóltur
Copa America: Brasil vann seg víðari eftir brotssparkskapping
Tað gjørdist dramatiskt og spennnadi, tá vertirnir í kvøld akkurat megnaðu at knógva Paraguay í fjórðingsfinaluni.
(Brasliansku leikararnir fegnast eftir at Gabriel Jesus hevur skorað avgerandi brotssparkið - Mynd: EPA)
2019-06-28 16:11
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald