
Eftir at Sevilla vann 2-0 á sínum heimavølli í fyrru uppgerðini, skuldi Barcelona vinna greitt á Camp Nou, tá liðini hittust til seinna dystin í gjárkvøldið. Og katalanska stórfelagið hølvaði liðið úr Andalusia av.
Coutinho, ið hevur verið settur í samband við eitt skifti burtur úr felagnum, legði heimaliðið á odda í 13.minutti við brotssparki. Ever Banega hjá Sevilla var ikki eins tryggur úr ellivu metrum eitt lítið korter seinni, og tað revsaði Rakitic nakrar minuttir seinni.
Javnvág í samnlagda úrslitinum í steðgininum, men tíggju minuttir inn í 2. hálvleik var 4-0, eftir at Coutinho aftur sló til og Sergi Roberto eisini kom á máltalvuna. Suarez og Messi stóðu fyri uppleggunum og hesir báðir lukkaðu málveistluna, eftir at útiliðið annars hevði minkaði miðskeiðis i 2. hálvleiki og fingið spenning í uppgerðina aftur. Sevila hevur kappast við Barcelona í oddinum í La Liga í ár, men í gjárkvøldið vísti oddaliðið klassa í steypakappingini, sum Barca hevur vunnið fýra ár á rað.
Betis og Valencia hava eisini spælt seg í Copa Del Rey í vikuni; bæði við 3-1 sigrum. Í kvøld skal Real Madrid gera arbeiði liðugt ímóti Girona. Fyrri dysturin, á Santiago Bernabeu, endaði 4-2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald