Tað varð lagt upp til eitt ordans brak, tá arvafíggindarnir úr Buenos Aires River Plate og Boca Juniors á fyrsta sinni skuldu hittast í finaluna í Copa Libertadores, ið er suðuramerkanska meistaraheitið (sum Champions League í Evropa)
Fyrra finalan varð leikt á La Bombonera, ið er heimavøllurin hjá River Plate. Hon endaði 2-2, og tí var stórur spenningur undan seinnu uppgerðini á Estadio Monumental. Hon skuldi upprunaliga verða leikt í gjárkvøldið, men tá bussurin við Boca Juniors hópinum kom til leikvøllin, varð hann álopin av "fjepparum" hjá River Plate".
Ymiskt varð kastað eftir bussinum og fleiru rútar brotnaðu. Eisini varð lopið á við piparspray. Tveir av leikarunum hjá Boca endaðu á sjúkrahúsi; Pablo Perez við brotnum glasi í eyganum og Gonzalo Lamardo við einum kutið á høvdinum. Liðformaðurin, Perez, sigst at hava bert 40% sjón í eina eyganum í løtuni. Restin av hópinum var nakað í ørviti, tá komið var til skiftingarúmið. Teir høvdu ilt við at koma fyri seg og fleiri spýðu.
CONMEBOL, ið er amerikanska fótbóltssamgongan, royndi at fáa dystin í gongd í gjárkvøldið. Hetta var tó ógjørligt, og hóast dysturin síðani varð ásettur til í kvøld, so er dysturin aftur fluttur. Boca gjørdi fyrr í dag greitt, at tað var órættvíst, at dysturin skuldi spælast undir verandi umstøðum. Formaðurin í River Plate var samdur.
Tað er avgjørt av CONMEBOL, at dysturin ikki kann spælast, fyrrenn bæði liðini hava møguleikan at vera 100% til reiðar. Nær tað er, er framvegis óvist. Tá greitt var, at dysturin ikki fór at verða leiktur í gjárkvøldið byrjaði rok á áskoðaraplássinum og síðani uttanfyri leikvøllin, har minst 30 fólk vórðu handtikin.
Fótbóltur
Copa Libertadores-finalan aftur útsett
Orsakað av ófriðinum í gjárkvøldið spæla River Plate og Boca Juniors heldur ikki í kvøld.
2018-11-25 19:15
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald