Fótbóltur

CSKA Sofia í bólkaspælinum

Bulgariska liðið, ið sló B36 út, vann í gjár 3-1 á útivølli móti Basel og skal nú spæla móti millum millum annað Roma. Dundalk kom í bólk við Arsenal.

Ragnar Samuelsen í dysti í Sofia (Mynd: EPA)

Ragnar Samuelsen í dysti í Sofia (Mynd: EPA)

2020-10-02 14:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Øll tey føroysku liðini eru nú úti av Europa League fyri í ár. Hetta gjørdist greitt, tá KÍ tapti 3-1 í Dublin fyri Dundalk í gjárkvøldið.

Dundalk var harvið, fyri aðru ferð uppá fimm ár, í pottinum til lutakastið í Europa League. Hetta var beint eftir 12.00, og har gjørdist greitt, at Dundalk skal spæla ímóti Arsenal, Rapid Wien og Molde. Tað hevði verið ein áhugaverdur bolkur hjá KÍ at komið í.

B36 fór eisini út úr Europa League við einum 3-1 tapi. Tað var í 3. umfari í bulgarska høvuðsstaðnum Sofia. Liðið hjá Jákupi á Borg var komið tríggjar ferðir víðari, men CSKA Sofia var ov sterkt. B36 stríddi seg tó væl aftur frá 0-2: Minkaði um munin við góðum máli og fekk hótt heimaliðið, áðrenn dysturin varð punkterðaur.

At CSKA var eitt sterkt mótstøðulið hjá B36 fekst sjón fyri søgn í gjár, tá liðið vann 3-1 í Basel. Sveisiska liðið, ið javnan er í bólkaspølum, kom á odda tíðliga í 2. hálvleiki, men so skoraði innskifti Thiago Rodrigues tvær ferðir, og CSKA Sofia skoraði til 3-1 í 97. minutti. Í bólkaspælinum skal bulgarska liðið aftur til Sveis - til Bern at spæla móti Young Boys ið sló KÍ út úr Champions League. Eisini eru Cluj úr Rumenia og Roma í bólki við banamenninar hjá B36. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder