Fótbóltur

Bar ikki á mál hjá KÍ

Dundalk revsaði mistøkini hjá KÍ, sum í einari heilt góðari løtu í 2. hálvleiki skoraði til 1-2. Tíggju minuttir fyri leiklok punkteraði heimaliðið so at siga dystin og sløkti vónina um eitt evropeiskt bólkaspæl hjá KÍ.

Daniel Kelly skorar til til 3-1 - nøkur sekund eftir ein stóran KÍ-møguleika í hinum endanum (Mynd: Rte.ie)

Daniel Kelly skorar til til 3-1 - nøkur sekund eftir ein stóran KÍ-møguleika í hinum endanum (Mynd: Rte.ie)

2020-10-01 22:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ hevði møguleikan av av álvara skapa nakað stórt, tá liðið vitjaði á írska tjóðarleikvøllinum í kvøld. Tað gjørdi liðið hjá Mikkjali Thomassen fyri viku síðani, tá Dinamo Tblisi vitjaði á Tórsvølli í farnu viku, tá føroysk fótbóltssøga varð skrivað, men nú var tað eitt pláss í bólkaspælinum, ið var uppá spæl.

Føroyameistararnir byrjaðu væl og við dirvi, hóast Dundalk hevði tvær skotroyndir innan fyrstu fimm minuttinar. Tær gjørdust ikki av álvara vandamiklar, og KÍ fekk onkra deyðbóltsstøðu og helt væl fast í bóltinum í løtum. Eingin veruligur málmøguleiki kom burturúr, og so líðandi tók heimaliðið yvir. Góðskan manglaði í skapandi alveringunum hjá heimaliðnum fyrstu góðu løtuna, men so kom Dundalk longur fram á vøllin, og KÍ kom at standa meira djúpt og fekk ikki hótt hinvegin.

Týðiligt var, at írsku meistararnir vildu koma til innlegg - serliga úr høgru - og hetta gav mál í 33. minutti, har KÍ-leikararnir vóru ov seinir og ov lítið aggresivur í atgerðunum: Høgri bakkurin slapp uttan at vera trýstur at leggja bóltin inn í brotsteigin, Odmar Færø royndi at halda einum áleypara burtur men kom ikki upp í luftdystin, Sean Murray rann í ryggin á Heina Vatnsdal og innum Jesper Brinck, Kristian Joensen kom á "millumhond" og so kundi Murray kasta seg fram og lætt skalla bóltin í málið hjá KÍ. 

Nú snúði tað seg um at koma til hálvleiks hjá KÍ, ið ikki fekk takið á dystinum aftur. Tað eydnaðist at koma til steðgin við 0-1, men so hendi tað sum ikki skuldi henda: Dundalk fekk eitt púra óneyðugt mál næstan beinanvegin í 2. hálvleiki. Horna úr vinstru lá til Heina at stúta burtur ella til Kristian at lofta, eingin mótstøðuleikari var nær við, men tað tyktist sum málverji órógvaði sín verjuleikara, bólturin gjørdist leysur og varð prikaður inn í málteignum.

Dundalk legði seg longur aftur, meðan KÍ reisti seg væl. Eina løtu riggaði høga trýstið sera væl, útiliðið hevði fleri góðar møguleikar: Jákup Biskopstø Andreasen tvær ferðir í samband við hornapark, har tað varð bjargað á strikuni, Jóannes Bjartalíð hevði eitt vandamikið langskot, og innskifti Boris Dosljak fekk ikki tamarhald á fluktaranum, tá hann gjørdist púra fríur í brotsteign. Miðskeiðis í hálvleikinum bragdaði. Bòlturin varð spældur niðan til Jóannes Bjartalíð, ið var komin meira sentralt, eftir at Páll Klettskarð varð tikin út, legði bóltin væl av til Ole Erik Midtskogen. Norðmaðurin var staddur áleið 20 metrar frá málinum, hann smekkaði til, og umvegis beinið hjá einum verjuleikara fór bólturin í málið, og so var veruigt lív í dystinum aftur.

KÍ helt fram at søkja og hótti Dundalk. Størsta møguleikan at javna fekk liðið hjá Mikkjali Thomassen í 78. minutti. Eftir gjøgnumspælt álop í høgru varð lagt útfrá frá baklinjuni, Patrik Johannesen hevði funnið pláss umkring brotssparksblettin, men rakti bóltin illa, og so gekk skjótt hinvegin. Ein áleypari hjá Dundalk fekk órógvað Heina við einum armi í einum nærdysti mitt á hálvuni hjá írum, bólturin sprakk ímillum Odmar og ein mótstøðuleikari, verjuleikarin hjá KÍ fekk bert prikað bóltin í kroppin á Dundalk-leikarin, og so var liðið selt, og innskifti Daniel Kelly gjørdist púra fríur og so at siga punkteraði dystin.

KÍ royndi at minka um munin og vildi hava brotsspark í einari støðu, tá Deni Pavlovic fór um koll. Tað endaði tó 3-1, og harvið endaði evropeiska ævintýrið hjá KÍ í ár ikki sum ætlað, hóast liðið stríddist væl. Dundalk vísti ongantíð ræðandi samlaða styrki, men spældi sum heild klókt, revsaði KÍ væl, tá mistøk vórðu gjørd og pláss varð, og gav KÍ nógv størri fysisika mótsstøðu enn Dinamo Tbilisi gjørdi. Hóast føroyameistararnir høvdu nakrar vandamiklar deyðbóltar, so eydnaðist altíð hjá írum at rudda burtur. Írsku meistararnir vunnu uppiborið og felagið er fyri aðru ferð uppá fimm ár í Europa League-bólkaspælinum. Tað eydnaðist ikki hjá liðnum hjá Mikkjali Thomassen, ið nú skal hugsavna seg fult og heilt um at at koma út í Evropa aftur næsta ár og at jagstra HB. 

Europa Leauge Playff
Dundalk - KÍ 3-1 (1-0)
33' Sean Murray 1-0
48' Daniel Cleary 2-0
66' Ole Erik Midtskogen (Jóannes Bjartalíð) 2-1
79' Daniel Kelly 3-1

KÍ (4-4-2) Kristian Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jesper Brinck - Jóannes Bjartalíð, Deni Pavlovic (86' Jonn Johannessen), Jákup Biskopstø Andreasen, Patrik Johannesen - Páll Andrasson Klettskarð (57' Boris Dosljak) , Ole Erik Midtskogen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder