2018-12-05 13:02
Eykaaðalfundur var í ÍF í gjárkvøldið, har nýggj fólk vóru vald í nevndina.
Fimm nevndarlimir vórðu valdir, umframt tveir tiltakslimir. Tey trý, sum eru nýggj í nevndini, eru Magnus Jørmundsson, Linda Joensen og Kristine Ellingsgaard.
Nevndin skipaði seg eisini í gjárkvøldið. Dan Petersen heldur fram sum formaður í felagnum, Birgar Larsen er næstformaður, Magnus Jørmundsson er peningarøkil, Linda Joensen er skrivari go Kristine Ellingsgaard er nevndarlimur. Harafturat eru Katrin Madsen, Hildigarð Eliasen og Georges Rouah tiltakslimir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald