
Eitt hornasparksinnlegg tíðliga í dystinum og síðani eitt ógvuliga gott innlegg úr vinstru, sum eisini gav Hillerød mál. Hartil eitt reint mál og eitt samansett gott avrik í vinstru síðu.
Daniel Johansen stóð seg ógvuliga væl í 3-0 sigrinum fríggjakvøldið móti HB Køge, og fyri hetta varð 26-ára gamli føroyski vongbakkurin kosin dagsins spælari.
Sambært samlaðu hagtølunum fyri 28. umfar í næstbestu donsku deildini fekk Daniel hægst støðumet - 8.9 av 10. Hann er eisini valdur sum vinstri bakkur á vikuliðnum: Á besta liðnum fyri umfarið.
Mynd: NordicBet Ligaen
Hetta var Daniel Johansen eisini fyri kortum - saman við Meinhard Egilsson Olsen.
Sum heild hevur vinstri vongbakkurin staðið seg ógvuliga væl í seinastuni. Daniel hevur seks málstig í seinastu fimm dystunum og fyri triðju ferð í teimum fimm dystunum, helt Hillerød málið reint í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald