Fótbóltur

Daniel dagsins maður og tvey upplegg móti HB Køge

Vinstri vongbakkurin hevur seks málstig í seinastu fimm dystunum og fyri triðju ferð í teimum fimm dystunum, helt Hillerød málið reint í gjár.

Serliga álopskendu dygdirnar hjá Daniel Johansen koma nú veruliga fram í næstbestu donsku deildini og í leikháttinum hjá Hillerød - her eftir 3-0 sigurin á heimavølli í gjár (Mynd: Hillerød Fodbold)

Serliga álopskendu dygdirnar hjá Daniel Johansen koma nú veruliga fram í næstbestu donsku deildini og í leikháttinum hjá Hillerød - her eftir 3-0 sigurin á heimavølli í gjár (Mynd: Hillerød Fodbold)

2025-04-26 11:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hillerød fer at vinna niðara endaspælið í næstbestu donsku deildini í Danmark. Hetta er so at siga greitt eftir 3-0 sigurin á HB Køge í gjárkvøldið.

Daniel Johansen spældi ein ógvuliga góðan dyst og varð kosin dagsins spælari.

Føroyski vinstri bakkurin átti uppleggið til tvey tey fyrstu málini - bæði í 1. hálvleiki. Talan var um tvey av hansara góðu innleggum á degnum.

26-ára gamli fyrrverandi HB-spælarin hevur veruliga gjørt bart í seinastuni. Daniel eigur nú fimm upplegg í teimum seinastu fimm dystunum í Nordic Bet deildini, umframt eitt mál. Í hesum tíðarskeiðnum hevur Hillerød hildið málið reint tríggjar ferðir.

Hillerød spælir við trimum miðverjum og tveimum vongverjum/vongbakkum. Daniel Johansen er vinstri vongbakkur og hevur tí nógvar uppgávur fram eftir vøllinum, umframt at hann skal verja í síðuni. Gòða vinstra beini og teknikkurin sum heild, saman við fótarbeiðnum, hava gjørt hann týðandi part av spælinum frameftir - eins og vit man sá í HB.

[object Object]Daniel Johansen og Adrian Rúnason Justinussen hava síðani síðsta summar verið liðfelagar í Norðursælandi. Báðir spældu 90 minuttir í gjár

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder