Fótbóltur

Daniel hevur longt sáttmálan við HB

Vinstri bakkurin hevur sjey upplegg og trý mál í ár, og nú er greitt, at samstarvið millum partarnar er galdandi fyri tvey tey komandi kappingarárini.

Daniel - her í dysti móti EB/Streymi í 1. umfari. Daniel kom til HB úr EB/Streymi í 2014 og hevur seinastu árini ment seg í høvuðsstaðnum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Daniel - her í dysti móti EB/Streymi í 1. umfari. Daniel kom til HB úr EB/Streymi í 2014 og hevur seinastu árini ment seg í høvuðsstaðnum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-08-04 21:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í HB-leguni er nógv at fegnast um í løtuni - flaggskipið hjá felagnum er á odda í Betrideildini, og var aftur sannførandi tá NSÍ vitjaði sunnudagin. Í kvøld fegnast tey í HB um, at Daniel Johansen hevur longt sáttmálan við HB til og við 2022.

[object Object]Mynd: hb.fo

Daniel hevur spælt 84 dystir í Betrideildini, sambært FaroeSoccer. Hann spældi ein leiklut í 2018, tá HB suverent vann FM, hann fekk fleiri minuttir í fjør, og í ár er veruliga gjøgnumbrotið komið. 22-ára gamli leikarin er vorðin fastur vinstri bakkur hjá HB og er byrjaður inn í 14 av 15 landskappingardystum í ár - hann hevði leikbann til dystin á Argjum. Daniel hevur víst, at hann er ein dugnaligur álopskendur bakkur. Við sínum sera góða vinstra beinið hevur bakkur lagt upp til sjey mál, ið er næstflest í Betrideildini, og hann hevur skorað trý mál. Tað seinasta var eitt framúr beinleiðis fríspark á ólavsøku móti TB 

– Nú hevur tað gingið væl í ár, og tað er stuttligt at vera ein partur av. Eg føli, at eg mennist allatíð, og Berthel hjálpir mær at blíva ein betri útgáva av mær sjálvum. Her er gott at vera, og tað gevur sjálvandi frið, tá man veit at framtíðin er uppá pláss, sigur Daniel í stuttari viðmerking við heimasíðuna hjá HB.

[object Object]Daniel verður her fagnaður eftir málið móti TB (Mynd: Sverri Egholm)

– Hetta er ein gleðisdagur fyri okkum HBarar, nú Daniel hevur longt sáttmálan. Hann hevur ment seg ótrúliga nógv, bara tað stuttu tíð eg havi verið her. Hann er farin frá at vera inni og út av liðnum í fjør til at hava funnið seg ordiliga til rættis á liðnum í ár. Hann hevur tikið nøkur risafet og er vorðin ein týdningarmikil partur av okkara spæli. Harumframt er hann dystaravgerðandi, bæði við sínum egnu avslutningum, men eisini við eini rúgvu av uppleggum. Hansara menniskjaligu eginleikar eru eisini sera týdningarmiklir. Eg gleði at sleppa at arbeiða meira saman við honum, og at menna hann til at taka næsta stigi á síni yrkisleið

Hetta sigur venjarin, Jens Berthel Askou við heimasíðuna hjá HB, í samband við at vinstri bakkur hansara hevur longt sáttmálan. HB hevur 40 stig fyri 15 dystir í Betrideildini og vitjar hóskvøldið í Sarpugerði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder