Á summri 2022 kom hann til 07 Vestur, og ungi danski miðverjin gjørdist næstan beinanvegin ein profilur. Í fjør var hann liðformaður hjá 07 Vestur, sum hevði eitt gott kappingarár, og í vetur hevur spurningurin verið, hvar Daniel Obbekjær fer at spæla framhaldandi.
21-ára gamli miðverjin gjørdi fyrr í vetur greitt, at hann helst ikki fór at framhaldandi spæla í Føroyum, og í síðstu viku skrivaði bolt.fo, at hann var á veg til Breiðablik. Tað helt eisini. Breiðablik kunngjørdi í gjár, at felagið hevur gjørt ein tvey-ára sáttmála við Daniel Obbekjær.
Obbekjær í grønum (Mynd: Breiðablik)
Daniel Obbekjær á mállinjuni móti Víkingi. Høgi verjuspælarin gjørdi mun við millum annað sínum leiðaraeginleikum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Samanlagt spældi Daniel Obbekjær 48 dystir og skoraði sjey mál fyri 07 Vestur, sambært FaroeSoccer. Nú skal hann royna seg í Íslandi. Breiðablik endaði á 4. plássi í bestu deildini í fjør og spældi í Conference League-bólkaspælinum. Breiðablik skal aftur í ár spæla í Conference League.
Í Kópavági verður Obbekjær liðfelagi við millum annað Patrik Johannesen. Tvøramaðurin sleit krossbandið fyri tíggju mánaðum síðani, men tað hevur gingið væl við uppvenjingini. Í løtuni hevur føroyski áleyparin ein lítlan fylgiskaða - strekk í baklærinum - men Patrik verður helst klárur til 1. umfar um ein mánaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald