Klokkan 18.00 var tíðindafundur í B36 húsinum við spanska landsliðnum í sambandi við dystin ímóti Føroyum á Tórsvølli í morgin. Fyrst svaraði Robert Moreno, spanski hjálparvenjarin spurningum frá føroyskum og sponskum miðlum, áðrenn Daniel Parejo svaraði spurningum frá sponskum miðlum.
Daniel Parejo, sum er liðskipari hjá Valencia hevur júst spælt finalu í sponsku steypakappingini ímóti Barcelona, sum hann og liðfelagar hansara vunnu. Men hann segði, at hóast hann kom beint úr brennideplinum til Føroyar, var hann væl fyri. Hann segði, at hann fór til verka við einum jaligum hugburði.
Eins og til fyrra tíðindafundin við spanska venjaranum, var graslíkið í Føroyum í fokus. Sponsku miðlarnir settu fleiri spurningar til bæði venjara og spælara um, hvørt teir vóru nervøsir um at spæla á graslíki.
Daniel Parejo segði, at hann sjálvur hevði roynt at spælt á graslíki við Valencia, men hann ásannaði eisini, at hann og spælararnir ikki var vanur við uppgávuna. Hann segði at hóast tað ørkymlaði teir, at teir skuldu spæla á graslíki, ætlaðu teir ikki, at tað skuldi vera ein umbering, um liðið ikki avrikaði væl.
Annars endurtók Daniel Parejo boðskapin hjá Robert Moreno um, at teir skuldu spæla sum eitt lið, og at tað ikki fóru at vera einstaklinga avrik, ið gjørdu at Spania vann dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald