Hondbóltur

Danir og íslendingar iðra seg eitt sindur

Ritzau hevur sum yvirskrift fyri lutakastið, at Danmark ikki fekk "bólkabrak móti Føroyum" - Morgunblaðið vísti fleiri ferðir á, at Ísland gjarna vildi spæla EM-dyst móti frændunum.

Danmark hevði tamarhald á Føroyum í EM-undankappingardystum í 2017 og 2018. Ein nýggj innanhýsis uppgerð í ríkinum má bíða (Mynd: Sverri Egholm)

Danmark hevði tamarhald á Føroyum í EM-undankappingardystum í 2017 og 2018. Ein nýggj innanhýsis uppgerð í ríkinum má bíða (Mynd: Sverri Egholm)

2023-05-10 19:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað at Føroyar skulu við til sítt fyrsta endaspæl hevur, sum vera man, vakt nógvan ans uttanfyri landoddarnar. 

Serliga hevur áhugin verið stórur frá hinum Norðanlondunum. Ongantíð áður hava so nógv Norðanlond verið til eitt A-endaspæl í hondbólti, og sannlíkindi fyri at Føroyar endaðu í bólki við einum av hinum var stór. Danmark, Ísland, Noregi og Svøríki vóru øll í ovast styrkisbólki.

Tað endaði við, at Noregi fekk okkum úr niðasta styrkisbólki. Tað vóru vit kanska eitt sindur fegnari um norðmenn. Í øllum førum vísti norski høvuðsvenjarin í samrøðu við norska TV2 á, at Føroyar eiga fleiri heilt evnaríkar spælarar, og at tað var eitt at torførastu mótstøðuliðunum úr niðasta styrkisbólki.

Sí eisini:
Jonas Wille: - Føroyar hava tvey av størstu talentunum í heiminum
Pauli Mittún: - Noreg fer uttan iva at undirmeta okkum
Julian Johansen - Lutakastið kundi verið nógv verri

Noreg verður uttan iva ein stórur biti hjá Føroyum at gloypa. Tað hevði Danmark so sanniliga eisini verið. Tað hevði tó verið ein stuttlig og spennandi uppgáva - tað halda danir eisini.

Undir stroymingini hjá TV2 vóru viðmerkjarin Bent Nyegaard og síðumaður hansara spentir, tá síðsta danska mótstøðuliðið skuldi finnast - teir høvdu báðir á orðið, at tað hevði verið stuttligt at fingið nýggja landið í EM-høpi, sum man hevur eitt ávist samband við. Tað gjørdist ístaðin ein annar "debutantir" - Grikkaland - sum endaði í danska bólkinum. Tá Føroyar so komu úr pottinum og fóru í bólk D, helt Bent Nyegaard fyri, at hetta fór at vera ógvuliga trupult hjá liðnum hjá Peter Bredsdorff-Larsen.

Bólkur D (Berlin)
Noreg
Slovenia
Pólland
Føroyar

Sí eisini: Atlantic Airways flýgur beinleiðis til Berlin

Danska tíðindastovan Ritzau hevur vanliga tíðindaskriv um slítk sum eitt lutakast, og tað margfalda og/ella vinkla fleiri stórir danskir miðlar. Yvirskriftin í dag var: "Danmark misser færøesk gruppebrag ved håndbold-EM". Í greinini stendur millum annað, at Danmark er stórfavorittur í sínum bólki (Portugal, Kekkia og Grikkaland), og at Danmark møguliga kundi fingið Føroyar, sum er við til EM fyri fyrstu ferð. Víst verður tó ikki á, at tað er heilt ómøguligt: Um Føroyar megnar at bæíva nummar eitt ella tvey í sínum bólki, bíðar Danmark allarhelst.

"Nógvir íslendarar vilja hava Føroyar"

Íslendingar vía ofta føroyingum ans. Soleiðis var í síðstu viku í apríl, tá Føroyar komu víðari, og soleiðis var eisini í samband við lutakastið.

Millum annað hevði Morgunblaðið beinleiðis dagføringar frá lutakastinum í Düsseldorf. Har skrivaði Jóhann Ingi Haftórsson tíðliga, at nógvir íslendingar vilja hava Føroyar, ið skal spæla sítt fyrsta EM-endaspæl, í bólk sín.

Eitt er, at talan er um eitt av veikastu londunum í kappingini á pappírinum, men tó vóru Føroyar sum so ikki sæddar sum ein ítróttarlig ynskimótsstøða úr niðasta styrkisbólki - íslendska hondbóltssambandið hevur longu spurt um venjingardyst sum fyrireiking.

Tá fjórði styrkisbólkurin varð drigin, spurdi Morgunblaðið um Ísland mundi fara at fáa Føroyar, men tá bólkur D varð greiður, staðfesti Jóhann Ingi Haftórsson: "Ekki fær Ísland að mæta Færeyjum"

Ísland kom í heldur torføran bólk, í mun til at liðið var hægst styrkismett, Íslendingar skulud spæla móti Ungarn, Serbia og Montenegro. Íslendingar spæla, eins og danir, sínar dystir í München.


[object Object]

[object Object]
Skíggjamynd: mbl.is

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder