Danmark vann sera jøvnu og spennandi fjórðingsfinaluna í dag móti Svøríki.
Harvið vann danska liðið sær luttøku í hálvfinalunum, meðan svensku harrarnir eru lidnir í OL-kappingini.
Úrslitið gjørdist 32-31. Dysturin var sera javnur, og liðini fylgdust so at siga allan vegin við skiftandi leiðslum. Í hálvleikinum stóð á jøvnum 16-16.
Simon Pytlik vísti seg sum sannan stórskjútta í fjórðingsfinaluni, og gjørdist toppskorari við 9 málum.
Eisini aldrandi stjørnan, Mikkel Hansen, vísti seg fram í hesum dystinum við seks málum, harav fimm upp á brotskast.
Felix Claar gjørdist svenskur toppskjútti við sjey málum.
Nú klokkan 20.30 byrjar seinasta fjórðingsfinalan hjá monnunum. Hon er millum Noreg og Slovenia.
Danmark skal møta vinnaran av hesum dystinum í hálvfinaluni, sum verður fríggjakvøldið kl. 20.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald