Hondbóltur

Dánjal Ragnarsson kortini ikki í Neistanum hetta kappingarárið - skal til íslendsku meistararnar

Fram vildi leiga føroyskan bakspælaran, sum harvið skal spæla bólkaspæl í European League. Ístaðin verður Nikolai Bliznov nýggjur bakspælari í Neistanum.

Dánjal Ragnarsson (t.v.) saman við Janusi Dam Djurhuus eftir at teir gjørdust íslendskir meistarar við ÍBV í 2023. Síðani hevur Dánjal spælt við VÍF - nú er hansara afturvendan til barndómsfelagið Neistan útsett

Dánjal Ragnarsson (t.v.) saman við Janusi Dam Djurhuus eftir at teir gjørdust íslendskir meistarar við ÍBV í 2023. Síðani hevur Dánjal spælt við VÍF - nú er hansara afturvendan til barndómsfelagið Neistan útsett

2025-08-06 11:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í summar varð kunngjørt, at Dánjal Ragnarsson skuldi aftur til Neistan, at spæla, men felagið boðar í dag frá, at tann støðan nú er broytt.

- Hetta er tí, at Dánjal hevur fingið møguleikan at spæla í bestu íslendsku deildini við meistarunum og steypavinnarunum, Fram, komandi kappingarár.

Talan er harvið um eitt spennandi skifti hjá 24-ára gamla bakspælaranum. Íslendsku greipuvinnararnir vildu hava Dánjal.

Liðið vann íslendsku steypafinaluna móti Jóhannesi Bjørgvin og Stjarnuni og finalurnar um meistaraheitið móti Allani Norðberg, Bjarna í Selvindi og Vali.

[object Object]
Jóhannes Bjørgvin (í bláum) og teir royndu, men í steypafinaluni var Fram sterkari (Mynd: Harald Bjørgvin) 

Sambært Neistanum leigar Fram Dánjal í eitt kappingarár. Liðið úr Reykjavík hevur fyrrverandi H71-venjaran, Einar Jónsson, sum venjara

- Fram skal spæla bólkaspæl í European League, og tað er ein spennandi møguleiki, sum Dánjal hevur valt at taka av.

Dánjal Ragnarsson hevur áður spælt í Íslandi - við ÍBV. Har gjørdist hann í sínum øðrum kappingarári, í 2023, meistari. Stutt seinni gekk leiðin til VÍF. Nú er hansara afturvendan til barndómsfelagið Neistan útsett, tí áhugaverdar avbjóðingar bíða í íslendska høvuðsstaðnum.

[object Object]
Dánjal Ragnarsson í dysti fyri Neistan móti VÍF. Hann fór á fyrsta sinni til Íslads at spæla í 2021 (Mynd: Sverri Egholm)

Samstundis sum Neistin kunnger tað, at Dánjal Ragnarsson fer, verður "hansara avloysari" kunngjørdir.

Talan er um russiska skjúttan Nikolai Bliznov, sum hevur fitt av royndum í Føroyum.
- Nikolai hevur leikt fimm kappingarár í Føroyum við ávikavist KÍF og Team Klaksvík, har hann hevur skorað yvir 400 mál. Nikolai hevur eisini spælt fleiri ár í bestu russisku deildini, har hann hevur vunnið bronsu tvær ferðir, eins og hann hevur vunnið russisku steypakappingina. Afturat hesum var hann liðskipari á russiska U19-landsliðnum.

Nikolai er 31 ára gamal og býr í Havn saman við unnustu síni, sum spælir við Stjørnuni - Iulia Nalivko. Hann er bakspælari við hørðum skoti.

[object Object]
Mynd: Neistin

Dagført: 11.44

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder