Í morgin dystast Føroyar við Aserbadjan í UEFA Nations League deild D. Í kvøld vóru sjey dystir í teimum ymisku deildunum.
Danmark basti Wales, og er harvið víðari til finalubólkin í Deild B - næsthægstu deildini. Nicolai Jørgensen legði danir á odda stutt fyri hálvleik. Martin Braithwaite sá út til at avgera dystin stutt fyri leiklok, men Gareth Bale svaraði beinanvegin aftur og skapti nakað av spenningini seinastu løtuna. 2-1 úrslitið hevur við sær, at Danmark er víðari ístaðin fyri Wales.
Umframt Danmark eru Ukreina og Bosnia & Hersegovina víðari í deildini, og Russland er sera tætt við at spæla seg víðari. Tað gera teir longu, um Turkaland ikki fær fult móti Svøríki í morgin. Sviar hava bert eitt stig fyri tveir dystir og hava tveir dystir eftir; seinni er ímóti russarum. Teir skulu vinna báðar, fyri at gera sær nakrar vónir um koma víðari.
Norra fekk ein týdningarmiklan 1-1 javnleik í Slovenia. Innksifti Bjørn Johnsen javnaði fimm minuttir fyri tí. Hetta merkir, at Norra og Bulgaria eru jøvn í stigum í bólki 3 í Deild C, nú ein dystur er eftir. Norra hevur betri málúrtøku, og skal spæla á Kýpros mándadagin, tá Bulgaria samstundis tekur ímóti Slovenia.
Holland vann heldur óvæntað 2-0 á Fraklandi í sterkastu deildini. Georgio Winjaldum skoraði stutt fyri hálvleik, og Memphis Depay lukkaði dystin í yvirtíðini við brotssparkið. Hetta merkir at fraklendingar, ið eru lidnir at spæla, bert eru eitt stig frammanfyri Holland, ið skal hava minst ein janvleik á útivølli móti arvafíggjdanum mánadagn. Týskland hevur eitt stig fyri tríggar dystir og flytir niður til Deild B til næstu Nations League kapping.
Fríggjadagur 16/11:
Deild A - bólkur 1: Holland - Frakland 2-0
Deild B - bólkur 1: Slovakia - Ukreina 4-1
bólkur 4: Wales - Danmark 1-2
Deild C - bólkur 3: Kýpros - Bulgaria 1-1
Slovenia - Norra 1-1
Deild D - bólkur 4: Gibraltar - Armenia 2-6
Liktenstein - Makedónia 0-2
Fótbóltur
Danmark er víðari í Nations League
Danir vunnu í Wales í kvøldið; Norra kann framvegis koma víðari, og Holland vann á heimsmeistaranum.
Christian Eriksen og Danmark eru víðari eftir sigurin á Wales (Mynd: EPA)
2018-11-16 22:50
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald