Hondbóltur

Danmark, Frakland og Týskland víðari til fjórðingsfinalurnar

Danska hondbóltsveitslan í Herning heldur fram: Enn ein tvísiffraður sigur. Frakland, ið er størsta hóttanin í HM-striðnum, er eisini sannførandi víðari. Í kvøld vunnu evropameistararnir trygt á Niðurlondum.

Jóhan á Plógv Hansen vísti seg væl fram í 2. hálvleiki við trimum málum - havnarmaðurin hevði trý skot móti Sveis í sínum landsdysti numar 100 fyri Danmark (Mynd: EPA)

Jóhan á Plógv Hansen vísti seg væl fram í 2. hálvleiki við trimum málum - havnarmaðurin hevði trý skot móti Sveis í sínum landsdysti numar 100 fyri Danmark (Mynd: EPA)

2025-01-23 21:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

2. umfar av trimum í meginumfarinum hjá liðunum í bólki I og bólki II vóru á skránni í kvøld.

Nøkur lond høvdu møguleika at spæla seg víðari, og tað gjørdist sum væntað talan um sigrar til Danmark, Týskland og Frakland.

Annað av trimum umførum í meginumfarinum: 

Bólkur I

Í dag, týsdagin 21. januar:
Tunesia - Kekkia 26-32 (12-19)
Italia - Týskland 27-34 (13-15) 
Danmark - Sveis 39-28 (18-11)

1. Danmark 8 stig *
2. Týskland 6 stig *
-------------------
3. Italia 4 stig
4. Sveis 3 stig
5. Kekkia 3 stig
6. Tunesia 0 stig

* Víðari

Andy Schmid og Sveis høvdu nøkur øðrvísi taktisk amboð enn onnur mótstøðulið hjá Danmark - serliga við at hálvgum mansverja Mathias Gidsel størsta partin av dystinum og at tarna honum í mótálopum. Hetta helt Gidsel á "bert" seks málum, men so var meira pláss til aðrar. Füsche Berlin-liðfelagin Lasse Andersson spældi ein framúr dyst og varð toppskjútti við tíggju málum.  

Emil Nielsen átti eisini stóran leiklut í 39-28 sigrinum. Málverjin bjargaði heili 23 sveisiskum skotum. Jóhan á Plógv Hansen spældi seinna hálvleik og skoraði uppá øll síni trý skot. Tað mittasta av hesum var eitt ógvuliga frekt lobb frá 30-ára gamla havnarmanninum, sum í kvøld spældi sín ílandsdyst numar 100 fyri Danmark.

Liðið hjá Nikolaj Jacobsen er ósigrað í 33 HM-endaspælsdystum á rað. Við fimta av fimta møguliga sigrinum við tvísiffraðum tali er Danmark púra trygt í fjórðingsfinaluni sum eitt'ari í bólkinum.

Týskland vann við sjey málum á Italia fyrr í kvøld, og av tí at Sveis einki stig fekk, so kann eingin nú taka 2. plássið frá týskarum.

Bólkur II

Í dag, hósdagin 23. januar:
Katar  - Norðurmakedónia 34-39 (17-21)
Niðurlond Frakland  28-35 (13-19)
Ungarn - Eysturríki 29-26 (12-13)

1. Frakland 8 stig *
2. Ungarn 5 stig
--------------------
3. Norðurmakedónia 4 stig
4. Niðurlond 4 stig
5. Eysturríki 3 stig
6. Katar 0 stig

* Víðari

Frakland setti trygt Niðurlond til viks og hevur nú fimm sigrar av fimm møguligum og er víðari sum vinnari av bólkinum. Ein finala millum Frakland og Danmark er als ikki ósannlík.

Ungarn hevur spælt seg í góða støðu at taka hitt plássið víðari úr bólkinum. Um Ungarn sum væntað vinnur á Katar leygarkvøldið, so verður tað so.

Trý umfør eru, har liðini spæla móti teimum, ið tey ikki longu hava spælt ímóti í endaspælinum.

Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki til fjórðingsfinalurnar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder