Hondbóltur

Danmark í fjórðu HM-finaluni á rað

Og hetta næstan uttan at sveitta. Portugal varð skúgvað til viks - munurin í Oslo varð heili 13 mál. Størsti HM-hálvfinalu sigur nakrantið og sunnudagin klokkan 17 skulu danir verja sítt heitið móti Kroatia.

Emil Nielsen og hinir høvdu aftur nógv at fegnast um í kvøld. Sjey av átta sigrum hjá Danmark í endaspælum hava verið við yvir 10 málum (Mynd: EPA)

Emil Nielsen og hinir høvdu aftur nógv at fegnast um í kvøld. Sjey av átta sigrum hjá Danmark í endaspælum hava verið við yvir 10 málum (Mynd: EPA)

2025-01-31 21:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hava verið ein rúgva av inntensum, spennandi og hádramatiskum dystum í HM-endaspælinum seinastu vikuna. Tað var millum annað tætt stríð í eina bólkinum í meginumfarinum í Kroatia. Bert eitt mál var á muni í trímum av teimum fýra fjórðingsfinalunum, og tað var rótut og áhugavert í Zagreb í gjárkvøldið, tá Kroatia koppaði Fraklandi og spældi seg í HM-finaluna.

Sí eisini: Kroatia knógvaði Fraklandi

Tað er eingin spenningur um úrslitið, tá Danmark spælir. Soleiðis hevur niðurlagið verið alt endaspælið, og í kvøld var einki undantak. Heili tólv mál vóru á muni, tá Danmark vann í fjórðingsfinaluni á Brasil, men væntað varð at Portugal kundi geva nakað meira mótstøðu.

Munurin eftir 60 minuttir í kvøld var tó heili 13 mál: Danmark vann 40-27 - einki lið hevur vunnið so stórt so í einari HM-hálvfinalu nakrantíð.

Portugal hekk annars væl í stóran part av 1. hálvleiki - serliga við góðum álopsspæli sum Martim Costa meistarliga stjórnaði. Nógv ferð var á, og júst í kontraspælinum og í fyrstu bylgju var Danmark fullkomiliga omaná í dystinum og "revsaði mótstøðuliðið hart".

[object Object]
Danski verjuparturin hevði veruligar trupulleikar í verjupartinum í fyrra hálvleiki - serliga við spælskiparanum Martim Costa

[object Object]Nikolaj Jacobsen var sanniliga ikki nøgdur við alt (Myndir: EPA)

Hetta var ein av orsøkunum til, at liðið hjá Nikolaj Jacobsen vann so greitt í hálvfinaluni í Oslo (Bærum). Málmanstvídystin vunnu danir eisini greitt. Portugal skoraði 16 ferðir fyri steðgin, men tíðliga í 2. hálvleiki byrjaði Emil Nielsen at taka pippið frá portugisum. Verjan við Magnus Saugstrup á odda gav betri fyritreytir, og heimsins besti málverji fyri 2024 var aftur í hopla og gjørdist dagsins spælari.

[object Object]Emil Nielsen fegnast um enn eina av sínum bjargingum (Mynd: EPA)

[object Object][object Object]Mathias Gidsel hevði nøkur brend skot, men heimsins besti spælari seinastu árini var aftur ógvuliga umráðandi fyri Danmark (Myndir: EPA)

[object Object]Rasmus Lauge hevði átta skot og átta mál, og setti royndi bakspælarin danska spælið upp á frálíkan hátta (Myndir: EPA)

Danir fóru longur og longur burtur frá Portugal, sum 2. hálvleikur leið, og eingin ivi var um finaluplássið. Bakketan við Rasmus Lauge, Simon Pytlick og Mathias Gidsel spældi frálíkan hondbólti við øðiligari ferð og høgari góðsku. Danmark kundi eisini skora allastaðni frá - av vonginum vóru so at siga eingir trupulleikar, og málverjarnir hjá Portugal tóku ikki nógv.

Jóhan á Plógv Hansen var bert inni á høgra vongi til nøkur yvirtalsálop. Havnarmaðurin tók tó væl av eina skotmøguleikanum, sum hann kom til: Jóhan skoraði frekt til 5-2 tíðliga í dystinum, og kann føroyingurin sunnudagin gerast heimsmeistari fyri fjórðu ferð. 

Portugal hevur koppað Noreg, Svøríki, Spania og Týsklandi í Unity leikhøllini í hesari HM-kappingini og hevur skrivað søgu við at koma so langt í einum endaspæli. Danmark varð tó ein alt ov stórur biti.

Nikolaj Jacobsen hevur nú havt 36 HM-endaspælsdystir sum landsliðsvenjari og framvegis ikki tapt. Sunnudagin klokkan 17 skal Danmark royna at skriva søgu við fjórða HM-gullinum á rað. Stríðið stendur við Kroatia, sum er í sínari fyrstu HM-finalu í 16 ár. Í 2008 spældi hesi londini EM-finalu móti hvørjum øðrum í júst Noreg.

HM-hálvfinalur:  

Í kvøld, fríggjadagin 31. januar
Danmark - Portugal 40-27 (20-16)

Í gjár, hósdagin 30. januar
Frakland - Kroatia 28-31 (11-18)

Sunnudagin 2. februar - Unity Arena í Bærum
14.00: Frakland - Portugal (Bronsudystur)

17.00: Danmark - Kroatia

[object Object]Mynd: EPA

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder