Hondbóltur

Danmark kemur til Føroya við sterkum hópi

Jesper Jensen hevur í dag kunngjørt nøvini á teimum átjan, sum skulu verða í hópinum til fyrstu EM-undankappingardystirnar. Danmark vitjar í Høllini á Hálsi 10. oktober - millum tær úttiknu er Lærke Nolsøe, ið hevur føroysk ættarbond.

Lærke Nolsøe Pedersen hevur, sum millumnavnið, ið vanliga verður nýtt, vísur á, tilknýti til Føroyar. Omman er úr Vági - mamman hjá vongleikaranum er hálvur føroyingur

Lærke Nolsøe Pedersen hevur, sum millumnavnið, ið vanliga verður nýtt, vísur á, tilknýti til Føroyar. Omman er úr Vági - mamman hjá vongleikaranum er hálvur føroyingur

2021-09-16 18:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hópurin, ið Jesper Jensen hevur tikið út:

Málverjar:
Sandra Toft, Brest Bretagne Handball
Althea Reinhardt, Odense Håndbold
Anna O. Kristensen, Viborg HK

Vengur:
Emma Friis, Herning-Ikast Håndbold
Lærke Nolsøe Pedersen, Viborg HK
Trine Østergaard Jensen, SG BBM Bietigheim
Simone Böhme, Siófok KC

Strikur:
Katrine Heindahl, CSKA Moskva
Rikke Iversen, Odense Håndbold
Ida-Marie Dahl, Viborg HK

Bakspælarar:
Mette Tranborg, Team Esbjerg
Louise Burgaard, Metz Handball
Mia Rej, Odense Håndbold
Kristina Jørgensen, Viborg HK
Mie Højlund, Odense Håndbold
Anne Mette Hansen, Györ
Line Haugsted, Viborg HK
Simone Petersen, Herning-Ikast Håndbold

Danmark spælir fyrst móti Eysturríki, og tríggjar dagar seinni, 10. oktober, í Føroyum. Danmark endaði nummar fýra til HM-endaspælið í 2020, ið var á heimavølli.

Tá spældi Lærke Nolsøe sera væl. Millumnavnið, ið er føroyskt, og sum er úr Vági, verður vanligt nýtt. 25-ára gamli vongurin er, eins og Emma Friis, tikin frammum sera royndu Mariu Fisker. Jesper Jensen, ið sjálvur hevur vunnið EM, nevndi fyri TV2 Sport Lærke sum ein leikarunum, ið veruliga hevur staðið sterk í myndini seinastu ferðirnar, ið landsliðið hevur verið savnað.

Føroyski hópurin varð kunngjørdur mánadagin. Í hópinum eru seks leikarar, útav sekstan, sum til dagliga spæla í Danmark. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder