Fyrst í juni vunnu føroysku kvinnurnar sær rættin at spæla í EM-undankappingini við sigrum á Finnlandi og Ísrael í Høllini á Hálsi í undan-undankappingarbólki.
Høvuðsundankappingin fer í gongd í oktober, har Føroyar fyrst spæla í Mioveni í Rumenia mikudagin 6. oktober, og síðani í Høllini á Hálsi móti Danmark sunnudagin 10. oktober. Umframt hesi liðini eru føroysku kvinnurnar í bólki við Eysturríki.
Landsliðsvenjararnir, Dragan Brljevic og Finnur Hansson, hava úttikið 16 leikarar til EM-undandystirnar:
Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, Haukar
Rakul Wardum, Skanderborg Håndbold
Vengur:
Guðrið Ellingsgaard, StÍF
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Ninna Katrin Johansen, Aalborg HK
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, Ajax København
Strikur:
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Pernille Brandenborg, Randers HK
Bakkar:
Marita Mortensen, Vendsyssel Håndbold
Marianna Geirsdóttir Eystberg, Hellerup IK
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Súna Krossteig Hansen, Kyndil
Jana Mittún, H71
Kristianna Henneberg Joensen, Skovbakken
Durita Christophersen Jojic, Stjørnan
Lív Bentsdóttir Zachariasen, H71
Jana Mittún (ovara myndin) og Rakul Wardum (niðara myndin) vóru á All Star-liðnum, tá føroysku U19-kvinnurnar í juli gjørdu um seg í European Championship-kapping í Norðurmakedónia, har Føroyar millum annað vunnu á Niðurlondum. Nú eru tær báðar úttiknar til A-landsliðið, og tað er Lív B. Zachariassen eisini
Hópurin líkist tí, sum var í juni, men nakrar broytingar eru, og millum annað eru fleiri heilt ungir leikarar við, og hópurin er sum heild ungur.
Yvirlit yvir bólkarnar í EM-undankappingini sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald