Mjällby er ógvuliga nær við at tryggja enn eitt ár í bestu svensku deildini, og í evropeiskum fóbólti gongst væl.
Gamaní hevur svenska føroyingafelagið bert spælt dystir móti liðum, sum man burdi fingið stig ímóti - og tað er eisini eydnast.
Í kvøld vunnu svensku meistararnir 2-0 á heimavølli móti Borac Banja Luka, sum B36 í 2022 slóg út úr somu kapping, og sum kom víðari eftir longda leiktíð móti KÍ í Europa League í 2024.
Tað var 1-0, tá Áki Samuelsen kom á vøllin eftir 80 minuttir. aÍ 88. minutt fekk føroyski landsliðsspælarin bóltin í Banja Luka-brotsteignum, vendi væl og spældi víðari til Mads Enggård, sum eisini var ísakaldur.
Málini síggjast her - Áki Samuelsen spælir í nummar 23 hjá teimum gulkløddu
(Aftonbladet leggur málini út frá Disney+)
Harvið góð løta hjá 22-ára gamla havnarmanninum í Evropa. Tíverri kom landsliðsliðfelagin Martin Agnarsson heldur ikki í dag á vøllin.
Mjällby liggur millum tey ovaru liðini í Conference League. 26. november skulu Áki og Martin aftur til Kasakstan, har Kairat Almaty bíðar. Áðrenn tað eru tvær royndir til at vissa sætið í Allsvenskan.
Hearts tapti í kvøld 3-1 fyri Thun. Aron Benjaminsen var ikki við í Sveis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald