Portugisiska heimsstjørnan, Cristiano Ronaldo gevst á portugisiska landsliðnum, boðar hann frá á Instagram í dag.
41 ára gamli Ronaldo spældi sín fyrsta dyst fyri Portugal í 2003, og síðan tá hevur hann sett fleiri heimsmet, m.a. fyri flestar dystir spældar - 234 - og flest mál skorað á einum landsliði - 146.
– Dagurin er komin, har aftur lati frá mær blusu nummar sjey. Portugal verður altíð við mær, sigur Ronaldo sambært Ritzau.
– Tað hevur ikki verið ein løtt avgerð, tí summar avgerðir eru ikki bert tiknar við heilanum. Teir eru eisini tiknir við hjartanum.
Umframt at hava metið fyri flest landsliðsmál og landsdystir, hevur Ronaldo, sambært TV2 eisini met fyri flestar EM-luttøkur - seks, og flestar HM-luttøkur - eisini seks. Tað seinna er eitt met, sum hann deilir við argentinska Lionel Messi.
Ronaldo er eisini tann einasti, sum hevur skorað í seks ymiskum HM-endaspølum, og harumframt hevur hann skorað flest EM-mál - 14 - og flest mál í HM-undankappingum - 41 mál í 52 dystum.
Hóast Ronaldo gevst á landsliðnum, heldur hann fram í saudiarabiska felagnum Al Nassr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald