Hondbóltur

Video: - Eitt verjulið í óbalansu óansæð hvat vit gera

Óli er í rívandi menning, og vit kundu saktans skora 50 mál í dag - øll fýra eg brenni eru ov sløsut skot, tey skal eg skora, sigur ein erligur Hákun West av Teigum. - Uppgávan í Montenegro verður nokk tann mest torføra hjá okkum í undankappingini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-11-04 22:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hákun West av Teigum skoraði sjey mál uppá ellivu málroyndir í dag. Fücshe Berlin-vongurin var bæði nøgdur og ónøgdur eftir 37-30 sigurin á Kosovo, og setti eisini orð á dystin í Montenegro sunnudagin, sum verður "ein heilt annar enn tann millum okkum í Oslo í januar" (37-24 í januar)

Hoyr samrøðuna við næstbesta føroyska málskjúttan í kvøld ovast

Sí eisini: Mittún: Tað gekk øðiliga væl í dag - ikki bara hjá mær (Video)

------------------------------------------------

Undankapping til EM 2028
1. umfar - mikudagin 4. november
Føroyar - Kosovo 37-30 (20-13)

Toppskjútti og dagsins spælari: Óli Mittún 8 mál (8 skot) + 8 upplegg

Sí fleiri hagtøl her

Les meiria um dystin her:  Føroyar flúgvandi frá byrjan í royndini at røkka enn einum endaspæli

Føroyar eru í løtuni á odda í bólkinum. Ungarn og Montenegro spæla í 1. umfari í Ungarn hóskvøldið. Føroyar spæla í Montenegro sunnudagin klokkan 17 føroyska tíð

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder