Hondbóltur

Eftir triggjar flogtúrar og 17 tímar: Eru frammi í Montenegro

Føroysku hondbóltsmenninir vandu í Valby og hava annars ferðast allan dag. Sunnudagin snýr tað seg um lykladyst í EM-undankappingini.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-07 00:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Podgorica, Montenegro (Portalurin): - Hetta er partur av tí.

Hetta kunnu heldur troyttir føroyingar staðfesta, eftir at teir stutt fyri midnátt lokala tíð lendu í montegrinska høvuðsstaðnum.

Farið varð vestur á flogvøllin stutt eftir klokkan seks í Føroyum og umvegis Keypmannahavn og Wien, eru hondbóltsmenninir nú uppá pláss á Bristol Hotel í Podgorica.

Umleið 17 tímar, tríggjar flogtúrar og eina venjing seinni.

Nú snýr tað seg um svøvn og hvíld, og seinnapartin í morgin skulu føroyingar av álvara fyrireika seg til dystin móti Montenegro sunnudagin 8. november klokkan 17. 

Talan er um 2. umfar í undankappingini til EM 2028. Ein lykladyst.

Í beinleiðis sending á FM1 klokkan 11 leygardag hoyra vit meira úr føroysku leguni.

Á flogvøllinum í Kastrup, tosaðu vit við nýggja mannin á liðnum, Erling Erlendsson. Hoyr samrøðuna her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder