Wien, Eysturríki (Portalurin): I løtuni er føroyska manslandsliðið í hondbólti á longum túri, sum ikki endar fyrr enn um midnáttarleitið í høvuðsstaðnum í Montenegro.
Sí eisini: Langur ferðadagur fyri framman hjá føroysku hondbóltsmonnunum
Har skulu føroyingar í morgin og sunnudagin fyrireika seg til uppgávuna í 2. umfari í undankappingini til EM 2028.
Føroyar vunnu greitt á Kosovo mikudagin, Montenegro tapti stórt í Ungarn hóskvøldið, og føroyingar vunnu minniligan sigur við 13 málum, tá Montenegro var á skránni í EM-endaspælinum.
Tó kann talan gerast um ein tungan dyst í truplum umstøðum í Podgoricia. Tað, og nogv annað, tosa vit við liðskiparan Paula Jacobsen og roynda Helga Hildarson Hoydal um leygardagin - og síðani liðfelagarnar úr svenska Karlskrona, Leiv Mortensen og Trónd Mikkelsen.
Teir seta seg saman við Pæturi Nolsøe í gistingarhúsinum í morgin, klokkan 11 føroyska tíð.
Til ber at lurta á fm1.fo ella á frekvensunum kring landið. Eisini kemur sendingin út, stutt eftir, at hon er send.
----------------------------------------
Undankapping til EM 2028, bólkur 4
2. umfar, sunnudagin 8. november
16.15: Kosovo - Ungarn
17.00: Montenegro - Føroyar (FM1 frásøgn og bloggur á Portalinum)
1. Ungarn 2 stig
2. Føroyar 2 stig
--------------------------
3. Kosovo 0 stig *
4. Montenegro 0 stig
* Bestu fýra trý'ararnir í undankappingini koma víðari til EM, umframt tvey tey ovastu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald