Í skrivandi stund er ferðalagið við føroysku hondbóltsmonnunum á veg vestur til flogvøllin í Vágum. Klokkan 08.20 verður eftir ætlan dagsins fyrsti flogtúrur.
Tað er tann fyrsti av trimum, men áðrenn hópurin skal víðari til Wien verður venjing á skránni í Valby.
Fyrireikingarnar hjá Føroyum til dystin móti Montenegro eru byrjarðir; venjingin í gjár var mest fyri at koma víðari frá dystinum mikudagin. Tíverri gjørdist lyklaspælarin Ísak Vedelsbøl skaddur har, og ungi Erling Erlendsson avloysir hann.
Sí eisini: Ísak Vedelsbøl skaddur - Erling Erlendsson við ístaðin
Video: Greiði føroyski sigurin í fyrsta EM-undandystinum
Tíðliga í kvøld er flogtúrur nummar tvey á skránni. Steðgurin í høvuðsstaðnum í Eysturríki verður styttri enn í Keypmannahavn, men klokkan fer at nærkast midnátt føroyska tíð, áðrenn føroyingar eru uppá pláss, har man skal vera í Podgorica.
Montenegro tapti við ellivu málum í Ungarn í gjár - og við 13 málum móti Føroyum í EM-endaspælinum í januar. Men bitin á útivølli móti Montenegro verður størri enn seinast og størri enn tann móti Kosovo, nú næsta stigið í undankappingini til EM 2028 skal takast.
Portalurin og FM1 eru við á ferðini og hava ymiskt tilfar undan dystinum, serliga leygardagin. Sunnudagin siga vit frá, hava beinleiðis blogg, myndir, samrøður og annað
---------------------------------------------------------------------
Undankapping til EM 2028, bólkur 4
1. umfar:
Mikudagin 4. november
Føroyar - Kosovo 37-30 (20-13)
Les meira um dystin her: Føroyar flúgvandi frá byrjan í royndini at røkka enn einum endaspæli
Í gjár, hósdagin 5. november
Ungarn - Montenegro 32-21
Sí hagtøl her
2. umfar, sunnudagin 8. november
16.15: Kosovo - Ungarn
17.00: Montenegro - Føroyar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald